Skúlin er ein vanligur fólkaháskúli, men tann einasti av sínum slag á Bornholm. Fyrr hava føroyingar verið á skúlanum, og nú ynskir skúlin at síggja fleiri
- Vit hava fyrr havt føroyingar á skúlanum, og tey vóru so góð. Tey vóru so stuttlig og dugdi so væl, sigur skúlaleiðarin.
Evnini á skúlanum er list, listalæra, glas, tónleikur og náttúra. Skúlaárið byrjar í oktobur og endar í apríl.
Næmingarnir búgva á skúlanum, og uppihaldið kostar 1050 krónur um vikuna. Við í skúlagongdini er eisini ein námsferð til Póllands, ið verður gjørd á hvørjum árið.
Mann skal vera minst 18 ára gamal tá mann søkir inn, og næmingarnir eru í øllum aldri, hóast talan mest er um yngri fólk, ið luttaka á skúlanum.