Fótbóltur
Í triðja hálvleiki á Rás2 vóru orðini, sum spælararnir høvdu at bera dómaranum, alt annað enn vøkur.
Serliga ilskaðust fuglfirðingar um, at teir mettu bæði brotsspørkini hjá NSÍ sum bílig, eins og teir hildu Óla Hansen vera rangstaddan, tá hann skoraði triðja málið.
Eitt er, at hesir dómar bóru við sær, at ÍF ikki vann stig í dystinum. Annað er, at tveir fuglfirðingar sóu reytt í dystinum, og tí standa til at fáa leikbann til dystin móti B71 komandi umfarið.
Og mest sannlíkt er tað hetta, sum hevur fingið leiðsluna í ÍF at reagera.
- Gera vit einki, so hendir so slettis einki. Vit vóna sjálvandi, at FSF ásetur nýggjan dyst, men undir øllum umstøðum vilja vit hava, at leikbannini hjá Alexndar Jovevic og Balazs Sinko verða strikað, sigur Dan Petersen, formaður í ÍF.
Hann vil ikki nágreiniliga siga, hvat annað stendur í kæruni, men tað er greitt, at tey í felagnum meta, at dómaraavrikið mikukvøldið var undir lágmark. Men nú er kæran so send FSF, og so vóna fuglfirðingar, at kæran verður viðgjørd alt fyri eitt.