Sum nakað nýtt, verður ikki bert aldurin á mammuni skrásettur við barnsburð, men eisini aldurin á pápum. Sera fáir ungir pápar eru í Føroyum, samanborið við ungar mammur Meðan talið á ungum mammum í Føroyum er stórt, er talið á ungum pápum hinvegin lítið í Føroyum. Meðan 25 av mammunum vóru undir 20 ár tá tær áttu, vóru bert 9 av pápunum undir 20 ár.
Og meðan 109 av mammunum vóru millum 20 og 24 ár, vóru bert 54 av pápunum millum 20 og 24 ára gamlir.
Hetta kundi bent á, at ungar mammur sum heild fáa sær børn við eldri monnum, samstundis sum hetta eisini merkir, at páparnir í miðal eru eldri, tá teir gerast pápar.
Gongdin vendir ikki fyrr enn komið er upp í aldurin 35 til 39 ár, tá mammurnar vóru 122 og páparnir 151 í tali. Tá talan er um aldursbólkin 40 til 44 eru mammurnar 20 í tali og páparnir 52, meðan 21 pápar eru einsamalt umboðaðir í aldursbólkinum omanfyri 45 ár.