Fiskastovnar
Eftir at hava trolað á 29 ymisku støðum á Føroyabanka, gjørdist samlaða veiðan av toski einans 163 fiskar - ella sløk 1200 pund av toski.
Hetta er ein minking uppá 54% samanborið við toskaveiðina á heystyvirlitistrolingini í fjør, og einans 6 % av veiðuni í 1997, tá Magnus Heinason fekk 18.420 pund av toski.
Eisini hýsan er í minking á Bankanum.
Í alt vórðu fingin 5.772 pund av hýsu. Hetta er ein minking upp á 56% samanborið við árið fyri og einans 20% av hýsuveiðini í 2003.
Hjá upsanum var minkingin í ár 14% samanborið við í fjør.
Fiskurin ikki rak
Hóast høvuðsfiskasløgini eru í stórari minking á Føroyabanka, er tó einki sum bendir á, at fiskinum vantar føði, tí hann er ikki rak.
Tá ið fiskifrøðingar gera upp, hvussu feitur fiskurin er, nýta teir hugtakið "konditiónsfaktor".
- Hetta er lutfallið millum vekt og longd á fiskinum. Hægri talið er, feitari er fiskurin. Hesi tølini peika tó uppeftir samanborið við úrslitini frá í fjør.
Eyðfinn Magnussen, biologur, sigur, at kanningarnar hesaferð vístu, at toskurin er 1% feitari nú enn fyri einum ári síðani.
- Hjá hýsuni er økingin 10%, meðan upsin er vorðin 5% feitari samanborið við kanningarnar á heysti 2005, sigur hann.
Fiskurin í minking
Biologurin sigur, at tað er ikki einans toski, hýsu og upsa, sum minni er til av.
- Minkingin er galdandi fyri flestu fiskasløgini. Av teimum 30 sløgunum, sum vórðu fingin á túrinum, var minni til av 19 teirra, meðan veiðan einans var størri fyri 6 av fiskasløgum. Hetta eru tó fiskasløg, sum ikki hava týdning fyri føroyska fiskiflotan.
Eyðfinn Magnussen sigur, at 12 fiskasløg vórðu fingin í yvirlitstrolingini á heysti 2005, sum als ikki vórðu fingin í yvirlitstrolingunum hesaferð.
Fá skip
At lítið er til av fiski á Føroyabanka, sæst eisini aftur á fiskiflotanum, tí so at siga eingi skip vóru at síggja á Bankanum, nú yvirlitstrolingar vórðu gjørdar í heyst.
Fyri nøkrum árum síðani hevði Magnus Heinason ofta ilt við at taka allar trolstøðirnar, sum skuldu takast undir yvirlitistrolingini á Føroyabanka, tí ikki var atkomandi fyri teimum nógvu línubátunum, sum lógu og royndu eftir toski á tí grunna partinum av Bankanum.
- Men soleiðis var ikki hendan túrin. Tá vit komu út, vóru einast tveir línubátar at síggja. Hesir lógu í kantinum og royndu eftir skøtu og longu, sigur Eyðfinn Magnussen, biologur.