Søguliga siga tølini frá hampuliga jøvnum uppgerðum til dystirnar sunnudagin. Tó at HB, VB, B36 og B68 hava yvirtak í sigrum seinastu árini, so hevur tað bert hjá HB verið talan um serliga sannførandi sigrar, meðan tað í hinum førunum aloftast hevur verið talan um tættar uppgerðir.
Tað tykjast tølini eisini benda á í Gøtu, har KÍ og GÍ eiga fýra sigrar í part seinastu tíggju árini.
Eitt er tó, hvat hagtølini siga. Annað er, at tað eftir verandi stigatalvuni eru fleiri dystir, har favoritt-leikluturin er stórur. Men hvussu er og ikki, so skulu dystirnir fyrst spælast, áðrenn stigini kunnu setast á bók.










