TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Rasmus V. Samuelsen, reportari hjá Rás2 endaði í einum føðingardegi á tjaldingarøkinum á G, har ein ung kvinna, sum eitur Guðrun fylti ár.
Umframt at práta við Guðruna fekk Rasmus V. Samuelsen eisini loftað ein part av tí góða stemninginum, sum altíð er á tjaldingarøkinum. Tað tykist tó so, at tað verður ikki runnið til allar konsertir hjá teimum, sum eru á tjaldingarøkinum.
Vit koma inn í ljóðbrotinum, har sungið verður fyri føðingardagsbarninum.