FØðINGARDAGUR
Havnar Hornorkestur hátíðarhelt um vikuskiftið 100 ára føðingardagin við stórari konsert í Noðurlandahúsinum.
Sjálvur dagurin er kortini ikki fyrr enn í dag ? hósdagin. Dagurin hevur verið hildin á ymsan hátt. Konsertin í Norðurlandahúsinum var størsta almenna tiktakið. Spælt var fyri at kalla fullum húsi, og hetta er sjálsamt í tílíkum høpi, sigur formaðurin, Kári Olsen.
Leygarkvøldið var eisini ein veitsla fyri innbodnum, har eini hundrað fólk luttóku. Í føðingardagsárinum hevur orkestrið havt tvey onnur tiltøk: Eitt skotskt orkestur var á vitjan í september mánað; síðst í november spældi Havnar Hornorkestur fyri eysturoyingum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
30 leikarar manna vanliga Havnar Hornorkestur, men á konsertini vóru 32. Umframt tónleikararnar var mæti tónleikarin John Wallace eisini við á konsertini Unga føroyska stórtalentið Dávur Juul Magnussen var eisini solistur. Dávur Juul Magnussen spælir trombone, og hann hevur vunnið sær heiður í kappingum uttanlands.
Fleiri av leikarunum høvdu fingið sær eitt sindur av bláum liti í hári. Eitt frískligt stig, hóast kombinatiónin við gráum og bláum ikki rættiliga kom til sjóndar.
Skráin leygarkvøldið var blandað við mest av løttum horntónleiki. Millum annað var onkur marsjur var á skránni, eitt sindur av kendum løgum fyri hornorkestur og eisini Òlavur Riddararós og Stígum Fast vóru arrangerað til hornorkestur hetta kvøldið.
Vit skulu ikki her fara at siga, hvat støðið á konsertini var, men áhoyrararnir og tónleikararnir lótu væl at, og tað taka vit so eisini undir við.
Gávur
Sum vera man til eitt tílikt fekk Havnar Hornorkestur eisini onkra gávu og heilsanir.
Frásøgumaðurin hetta kvøldið, Heini Davidsen, bar fram heilsur frá m.a. Ova Carlsen, fyrrverandi leikara í Havnar Hornorkestur. Fleiri av fyrrverandi limunum í orkestrinum vóru eisini at síggja í Norðurlandahúsinum.
Tórshavnar Kommuna hevur givið Havnar Hornorkestri fleiri gávur. Fyri uttan at stuðla í sambandi við nýggjasta innkeypið, so hevur kommunan eisini latið Íslagrið ella Íshúsið til venjingarhøli hjá orkestrinum. Àður hevur Havnar Hornorkestur vant á Skansanum. Farast skal undir at innrætta hølini, og til hetta endamálið fekk orkestrið 75.000 kr. frá kommununi.
Men størstu gávuna á 100 ára degnum hevur Havnar Hornorkestur givið sær sjálvum við góðum fíggjarligum stuðuli fleiristaðni frá.
Fyri kortum fekk orkestrið spildurnýggj ljóðføri, og hesi eru kostnaðarmikil at fáa hendur á, men tað er stríðið vert, haldi øll í Havnar Hornorkestri.
Sostatt skuldi grundarlag verið fyri, at tey ungu og eldri spælandi møta nýggjum tíðum og avbjóðingum.
Vit fara mestur at hoyra nógv og meira til bláu hornspælararnar úr Havn.










