Føðingardagsheilsan til Elisabeth Olsen

Siti her í stovuni í Skumpitoft og síggi niðan á longu vøkru lonina á Granda, eini vælhildin aldagomul hús, barnaheimið hjá Elisabeth. Nógv samband hevur verið millum húsini bæði, ættarbond og vinabond knýtt.
Á Granda sá Elisabeth dagsins ljós fyri níti árum síðan. Í Húsavík vaks hon upp, spældi sær saman við hinum bygdarbørnunum á gamla miðaldartúninum hjá Hústrúnni, í grundini og gomlu toftunum, í ánni og á sandinum. Bygdin øll var eitt stórt spælipláss. Men børnini, so hvørt tey mentust, vóru eisini partur av arbeiðslívinum í bø og haga saman við teim vaksnu.
Nógv er broytt í níti ár. Elisabeth, við gentunavninum Clementsen, fór á ungum árum til Danmarkar á háskúla, og mundi tað ikki vera vanligt fyri gentur á bygd tá í tíðini. Elisabeth varð verandi í Danmark, lærdi til barnapleyirsku, sum tað æt tá, arbeiddi eina tíð og fór so at læra til sjúkrasystur á Kommunuhospitalinum. Í Danmark hitti hon tann unga læknalesandi Árna Olsen úr Árnastovu í Kunoy. Tað rann saman teirra millum, og tey giftust í Húsavíkar kirkju á heysti í 1949. Brúdleypið stóð í hennara barnaheimi á Granda, og brúðardansurin var í húsunum við Á. Brúdleypsgestir norðaneftir gistu í Skumpitoft og øðrum húsum í grannalagnum. Eitt valabrúdleyp, sum vermóðir mín tosaði um til sín doyggjandi dag.
Tey høvdu bæði fingið sínar útbúgvingar, vóru niðri eina tíð, komu so aftur til Føroyar, har Árni var lækni í Havnini og seinni kommunulækni í Vágunum. Elisabeth og Árni fingu fýra synir. Elsti sonurin er føddur í Danmark, hinir tríggir í Føroyum. Og sum hjá so nógvum mammum tá í tíðini bleiv heimið arbeiðsplássið hjá Elisabeth. Dugnalig húsmóðir hevur hon altíð verið, dugir væl at gera mat, og heim teirra hevur altíð verið væl hildið. Røsk er hon við stokkunum, enn tann dag í dag.
Tá tey høvdu verið í Føroyum í nøkur ár, flutti familjan aftur til Danmarkar, har Árni tók serútbúgving í psykiatri og neurologi. Tey áttu hús í Gladsaxe, og altíð vóru opnar dyr í Ærtemarken fyri skyldfólki og vinfólki, og tað munnu vera mong við mær og mínum, sum hava kent umsorgan frá Elisabeth og Árna, stødd í Danmark á sjúkrahúsi, í læru ella lesandi. Minnist tá tey eitt summar tóku móti okkum, hvussu húsvandir føroyingar í Danmark gingu út og inn. Og Elisabeth tók sítt tørn við fýra hálvstórum dreingjum, hart arbeiðandi manni og so øllum gestunum. Einki var onkursvegna hjá henni, alt skuldi bara vera so gott so gott.
Góða Elisabeth, takk fyri alt, tú gjørdi fyri meg og míni og øll hini, sum komu á tykkara gátt.
Í 1969 fluttu Árni Olsen, Elisabeth og synir teirra til Føroyar at búgva. Árni fór undir pionerarbeiði á nýggja Statshoispitalinum í Havn. Og har var Elisabeth honum góð. Hon skilti hann og ta ovurstóru arbeiðsbyrði, hann tók á seg, tá tíðin kom at flyta føroyskar sjúklingar úr Danmark aftur til Føroyar at búgva. Árni Olsen sat eisini við ábyrgdini, tá føroyingarnir frá Rødbygård komu heim aftur at búgva. Bústaðirnir á Eirargarði 14-16 vóru tá partur av hansara arbeiðsøki. Eg haldi, at bara fólk, ið vóru á vøllinum ta tíðina, vistu og dugdu at fata, hvat leikaði á, og hvat kravdist av teimum, sum stóðu høvuðspersóninum næst. Einki óvanligt, at náttarsvøvnurin var órógvaður av fólki, sum ringdu á náttartíð í dýrastu neyð. Tá nyttaði einki bara at leggja telefonina á aftur. Onkur mátti í minsta lagi lurta. Elisabeth og Árni megnaðu tað í felag.
Tit dugdu eisini at vinna vinaskara aftur í Føroyum aftan á nógv ár í útlegd. Gamla mentanin úr Húsavík og føroyski dansurin var tað, Elisabeth vildi nýta sína frítíð til. Og her haldi eg, at Árni stuðlaði henni. Saman sóust tey í dansifelagnum í Havn og annars millum tey, sum fjálgaðu um føroyska dansin.
Hugnaligt var altíð at koma inn til tykkara í vakra heimið, tit bygdu við Sandá. Dreingirnir vuksu til mans, fluttu heiman, fingu góðar útbúgvingar, arbeiði og familjur, og ommubørnini eru nú 10 í tali.
Árni andaðist nakað fyri jól í 2001. Sorgin nívdi. Og aftur beint fyri jól í 2004 komu sorgarboð, tá Klæmint, næstelsti sonurin, fór í sínum bestu árum.
Tíðin gongur, árini eru mong, heilsan viknar, og tú sat einsamøll í húsi. Tá so møguleikin var har, valdi tú at flyta úr húsunum í eitt eldrasambýli at búgva. Tú ert skilagóð sum áður, fylgir við øllum, sum hendir úti og heima og ert áhugað í øllum lívsins viðurskiftum. Tí er tað áhugavert at práta við teg enn sum áður.
Góða Elisabeth. Hjartaliga til lukku við níti ára føðingardegnum.
Guð gevi tær ljósar løtur í ellini. Heilsan frá okkum øllum.
--------
Helena