Mikudagin 4. august eru liðin 70 ár, síðani Edith Petersen í Klaksvík varð borin í heim.
Saman við báðum systkjum sínum - Dánjal og Dagny - vaks Edith upp á Viðareiði. Men sum so mangar aðrar ungar gentur tá á døgum, fór hon sum ung genta til Klaksvíkar at tæna. Her dámdi henni so væl, at hon varð verandi í Klaksvík - og býr her enn.
Í Klaksvík hitti Edith mann sín, Thorleif Petersen, og fingu tey saman fimm dreingir - Torry, Jákup, Niels, Sigfried og Thorleif Eyðun. Ommubørnini eru trý í tali - tríggir dreingir - og tað fjórða er á veg.
Tað eru nógv viðurskifti ið Edith hevur brent fyri og framvegis brennur fyri:
Heiminum, manninum, húsfólkinum, familjuni og vinunum.
Óteljandi munnu teir drekkamunnar og aðrar máltíðir vera, sum hon hevur borðreitt við í hugnaliga heimi teirra á Líggjasarbrekku í Klaksvík. Haðani er eingin farin svangur avstað, tí bæði blíðskapurin og tað góða lagið hava altíð verið í hásæti.
Edith hevur ikki arbeitt úti, tey árini meðan dreingirnir vóru smáir, men hevur trúfast røkt arbeiðið sum vaskifólk í Drotning Margrethu barnagarði í Klaksvík frá 1979 til 2007, tá hon fór frá fyri aldur. Heldur ikki her, hevur hennara partur ligið eftir.
Vit munnu vera mong, sum bara hava gott at bera tær, Edith. Má Harrin vælsigna teg og tíni í árunum framyvir.
Sjálvan føðingardagin verður Edith heima við hús. Og sum skilst, tekur hon fegin ímóti fólki frá kl. 15 og úteftir.
---------
Vinfólk