Seinasta leygardag vóru umleið hálvthundrað fólk savnaði á Ørkini at hátíðarhalda, at tað 2. juni vóru 20 ár liðin, síðani Ørkin varð vígd. Saman við kaffinum og køkunum blivu nakrir føroyskir summarsangir sungnir, og prátað varð um leyst og fast, veður og vind og gamalt og nýtt.
Í millum gestirnar vóru fleiri føroyingar, sum hava búð í Íslandi í mong ár, og sum hava verið við frá fyrsta spaka. Hetta eru fólk, sum meir og minni altíð hava havt sína gongd á Ørkini, og sum handaliga og andaliga gera Ørkina til tað, hon er.
Í millum gestirnar vóru eisini yngri føroyskir útisetar, sum av ymiskum orsøkum búgva í Reykjavík. Tað var hugnaligt at heilsa upp á hesar gestirnar, sum í ymiskum ørindum eru komin til Reykjavíkar í styttri ella longri tíð.
Eftir umleið tveimum tímum við sangi og kaffipráti byrjaðu fólk so smátt at leita sær til húsa.










