Føðingardagsgildi á midnátt

Á midnátt í kvøld trína Frændur á pall í REX, har føðingardagsgildið heldur fram við gomlum slagarum og nýggjum tónum frá føðingardagsfløguni Frændur V. Farna ár vóru teir á ferð kring landið, og hátíðarhildu 25 ára silvurbrúdleypið við framførslum og einari nýggjar fløgu, nevniliga Frændur V.

 

Men føðingardagsgildið er als ikki av ? í kvøld á midnátt trína teir á pall í REX har gamlir slagarar eins væl og nýggju hittini hjá teimum verða at hoyra.

 

Í annaðkvøld verður seinasta føðingardagsgildið á hesum sinni, tá ið Frændur framføra í Mentanarhúsinum í Fulglafirði, har bólkurin Oniontree hitar upp.

 

Oniontree bleiv til kosin besti nýggi bólkur á Planet Awards 2009.