Hjá B71 er Wellington Soares leikbannaður, eftir at hann í síðstu sekundunum í steypadystinum varð vístur av vøllinum.
Á NSÍ er nógv nýtt fólk bæði á vøllinum og á beinkinum. Tað er lítið sannlíkt, at Bogi Løkin verður førur fyri at spæla. Hann hevur verið darvaður av skaða, og hóast hann hevur vant í hesi vikuni, so hevur tað ikki verið við fullari ferð. Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, hvør fer at loysa av á sentrala miðvøllinum, men veteranurin Sjúrður Jacobsen varð nevndur at verða ein møguleiki.
Verjuálitið Pól Thorsteinsson er burturstaddur og verður tískil ikki við. Debus Danielsen og Øssur Dalbúð hava verið skaðaplágaðir, men teir hava báðir vant saman við hinum í hesi vikuni.









