Føðingardagsbarnið druknaði

Trý ára føðingardagurin hjá einum drongi í Vietnam í dag endaði í einum sorgarleiki. Dagurin varð hildin í einum serligum veitslubáti, men tað vildi so illa til, at báturin holvdist og sakk.

Myndugleikarnir siga, at 16 fólk druknaðu - teirra millum føðingardagsbarnið. 12 onnur vórðu bjargað á lívi, teirra millum skiparin, sum nú er tikin. Pápi føðingardagsbarnið varð eisini bjargaður.

Hetta er onnur bátsvanlukkan í Vietnam í ár. Í februar doyðu 11 útlendsk ferðafólk, tá bátur teirra holvdist í Halong Bay. Síðani hava fleiri lagt myndugleikarnar undir at fara alt ov lætt um trygdina við bátum og skipum.