Føðieildin: Starvsfólkið skal vera við at leggja arbeiðið til rættis

? Vit halda at tað er rætt at starvsfólkið á føðideildini er við í arbeiðnum at leggja alt til rættis eftir umleggingina, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum

Umleggingarnar á føðideildini


Tann fyrsta mai verður føðideildin á Landssjúkrahúsinum umskipað, soleiðis sum leiðslan hevur ætlað.
Men tær broytingar, sum skulu gerast, verða framdar so líðandi.
Annars hava sjúkrarøktarfrøðingarnir kravt, at reglugerðir fyri arbeiðs- og ábyrgdarøkini skulu verða gjørd, áðrenn nøkur broyting verður sett í verk.
Men Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, heldur ikki, at umleggingin skal fremjast, soleiðis sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hava kravt. Men hann dugir kortini ikki at síggja, at tað skal elva til trupulleikar
? Vit halda, at besti mátin er at umskipa føðideildina frá 1. mai men at tað fyribils verður arbeitt eftir teirri ætlan, sum longu er løgd.
Sostatt verða ongar broytingar í arbeiðsgongdini framda beinanvegin.
? Vit halda at tað hevur stóran týdning at starvsfólkið á føðideildini eru við til at leggja arbeiðið til rættis, eftir at føðideildin er umskipað, so skipanin verður ikki broytt frá einum degi til annan, men at vit brúka neyðugu tíðina uppá at leggja broytingarnar so væl til rættis so væl sum gjørligt og at tað verður gjørt í felag.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava eisini kravt, at tað skal vera ein sjúkrarøktarfrøðingur, sum skal fyrisita og leiða sjúkrarøktina á føðideildini og at hesin leiðarin skal hava fyristingarligu, fíggjarligu og fakligu abyrgdina av sjúkrarøktini.
Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir fær sín fakliga leiðara, sum verður partur í leiðsluni á føðideildini.
? Tað ber ikki til at hava eina fakliga ábyrgd uttan eisini at hava fíggjarliga ávirkan, tí tey bæði hanga saman, sigur Poul Geert Hansen.
? Tí dugi eg ikki at síggja, hvussu hetta skal verða trupulleikin, leggur hann afturat.
Fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar merkja broytingarnar á føðideildini, at tað verður ein sjúkrarøktarfrøðingur færri á hvørjari vakt. Sostatt verða tað hereftir tríggir sjúkrarøktarfrøðingar og tvær ljósmøður á vakt umdagin og tvey av hvørjum á vakt um kvøldið og um náttina.