Løgtingsvalið styrkti loysingarvengurnar hjá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum. Fólkaflokkurin hevur longu proklamerað, at øll málsøkir skulu yvirtakast og Poul Michelsen vil hava eina smala loysingarsamgongu. Eisini javnaðarumboðini Helena Dam á Neystabø og John Johannesen halla loysingarvegin.
Yvirtøkur eitt mál í sjálvum sær
Tíverri vísa allar royndir, at yvirtøkur hjá loysingarflokkunum eru eitt mál í sjálvum sær. Um eitt málsøki eftir at tað er yvirtikið fungerar ella ikki, hevur als ongan týdning! Í tí andanum verða mál yvirtikin og so lítið av peningi avsett, at málsøkini als ikki fáast at fungera. Yvirtøkur kosta, at fyrigykla sær nakað annað, er fávitskut.
Eitt dømi um hetta er Skipaeftirlitið, sum skuldi kunna røkjast av átta fólkum, sjálvt um serkøn á økinum ávaraðu um, at tað kravdist minst 20-25 fólk, skuldi nakað skil vera á. Hesi serkønu, sum vóru við í einum ráðgevarabólki, sum fyrireikaði yvirtøkuna, fingu ikki fundarboð aftur.
Føroyar nær við at vera blacklistaðar
Tíverri er hetta ikki eindømi. Dømini eru nógv um málsøkir, sum ikki fungera, t.d.:
Postverki : skuldi vera ein sonn gullgruba. Nú fær hesin stovnur ikki endarnar at røkka saman
Fólkaskúlin: tað skuldi ikki vera rætt at hava ein danskan skúla. Nú hann er føroyskur, er hann dumpaður við einum braki í Pisa-kanningunum
MRCC-støðin: sjálvandi skuldu føroyingar vera betri enn danir at skipa fyri bjarging á føroyaøkinum. Havandi Jøkulsfelli og Olshanu sum sveinastykkir í huganum, er hetta ein stór skomm
Skipaeftirlitið: fyri at fáa dagligu gongdina bara at fungera so nøkulunda, er alt sýnsvirksemi av skipum, sum áður var danskt og ókeypis, nú latið til norsk, ensk, týsk og fronsk klassafeløg, sum taka seg sera, ja, sera væl betalt. Skipaeigarin skal gjalda. Úrslitið er, at vit hava eitt amputerað Skipaeftirlit, sum bert hevur førleika at sýna smábátar. Ein onnur fylgja er, at meðan Danmark í altjóða ParisMou-listanum liggur í tí ovasta triðinginum á hvíta listanum, liggja Føroyar í tí niðasta triðinginum á gráa listanum beint omanfyri svarta listan.
Fólkakirkjan: er yvirtikin í óðum verkum uttan at neyðugu fyrireikingarnar eru gjørdar. Úrsliti er, at vit ikki kunnu seta prestar í starv, men megu dúva uppá pensioneraðar prestar.
Eisini ikki yvirtikin málsøkir, sum vit stýra við peningi frá Danmark og hava heimild at prioritera, so sum vit vilja, fungera als ikki so sum tey skullu.
Sjúkrahúsverkið verður niðurprioriterað
Dømi um hetta er sjúkrahúsverkið, sum rættuliga kom í fokus um jólini. Ein yvirlækni gjørdi í 1998 eina útrokning, sum vísti, at síðan refusiónsskipanin varð broytt til blokk í 1988, hevði sjúkrahúsverkið fingið eina milliard krónur minni samanborið við gomlu skipanina. Sostatt er helst talan um 2 milliardir krónur í farna 20-ára skeiðnum. Er tað nakar sum heldur, at hetta ikki hevði gjørt mun?
Nei, fái nú fyrst øll hesi nógvu málsøkir at fungera, áðrenn gloypt verður yvir meira. Vælsignaðu tit, royni og geri orðini hjá Jógvan E. Ósá til skammar.