Roknað verður við nógvum fólki á Summarfestivalinum komandi vikuskiftið, og skalt tú sleppa undan at standa í kø við inngongdina, so ræður um at fáa sær armbond á áðrenn. Atgongumerkjasølan til Summar Festivalin hevur gingið strúkandi, og nú heita fyrireikararnir á fólk um at fáa sær armbond uppá í góðari tíð, um tey vilja sleppa undan at standa í kø við inngongdina til festivalin.
Atgongumerkini til Summar Festivalin skulu skiftast um við armbond, áðrenn tað ber til at sleppa inn á festivaløkið. Vanda er fyri, at tað verður nakað av kø við inngongdina til Summar Festivalin hjá teimum, sum skulu hava armband uppá.
Men tú kanst tryggja tær skjótari atgongd til festivaløkið við at koyra armbandið uppá áðrenn festivalurin byrjar.
Fram til og við mikudagin ber til at fáa armbond uppá á deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík, Runavík og í Havn.
Tað ber eisini til at fáa armbond uppá í Telebúðini í Klaksvík og í klædnahandlinum JAP í Klaksvík.
Og tá festivalurin byrjar hósdagin, ber eisini til at fáa armbond við høvuðsinngongdirnar til festivalin.