Í ÍF hyggja tey frameftir

(Rás2) Hoyr formannin hjá niðurflytarunum, ÍF, Dan Petersen hyggja frameftir heldur enn at tosa um hetta kappingarárið

Í formansrundini í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 bleiv prátið við formannin hjá ÍF, Dan Petersen øðrvísi enn prátini við hinar formennirnar í effodeildarfeløgunum.

 

Dan Petersen tímdi ikki at dvølja við júst farna kappingarár hjá niðurflytarunum, sum hann og hini í ÍF vilja gloyma skjótast til ber.

 

Dan Petersen veit ikki um tað fer at taka eitt ella tvey ár, men hann lovar, at ÍF kemur sterkt aftur og fer at taka kappingina upp aftur við sterku grannarnar, Víking.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Dan Petersen fyrr í kvøld.