Sambært skránni eigur fult umfar at vera í næstbestu fótbóltsdeildini í kvøld. Tað verða fýra dystir spældir. Tann fimti var í Fuglafirði sunnudagin. Tá vann ÍF fyrstu stigini í ár.
Suðringar vitjaðu í Fuglafirði sunnudagin. ÍF vann 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Gestirnir skoraðu tveir minuttir eftir steðgin, men ÍF svaraði aftur lítla løtu seinni og fram ímóti endanum varð sigurin staðfestur.
Millum ÍF málskjúttarnar vóru veteranarnir Hanus Eliasen, sum skoraði tvey mál, og Høgni Zachariassen.
Í kvøld fer oddaliðið AB heim um ánna og í Gundadal at vitja B36, sum eftir soltna byrjan av álvara er komið fyri seg. Úrtøkan tríggjar tær seinastu ferðirnar er sjey stig. Tá ið liðini hittust á Argjum í fyrsta umfari var úrslitið 1-1.
HB eigur heimavøll ímóti B68, sum ikki hevur vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar – tveir javnleikir og eitt tap. Tá ið liðini hittust á Toftum í fyrsta umfari vann B68 1-0.
KÍ, sum er næstfremst, hittir í kvøld grannarnar í Víkingi í Leirvík. Tá ið hesi bæði liðini hittust í Klaksvík í fyrsta umfari vann KÍ 4-2. KÍ hevur spælt sjey ferðir á rað uttan at tapa – fimm sigrar og tveir javnleikir.
Víkingur er sjey stig aftanfyri KÍ.
NSÍ er eitt stig aftanfyri KÍ. Nógvu tey fyrstu umførini gekk sera væl. Tí var tað óvæntað, tá ið NSÍ síðst tapti 2-0 í Vági. Í kvøld fær NSÍ vitjan av Giza Hoyvík, sum er á niðurflytingarplássi. Tá ið hesi liðini hittust í Gundadali í fyrsta umfari, vann NSÍ 3-0.
ÍF-Suðringar:
Víkingur-KÍ: kl. 19.00
NSÍ-Giza Hoyvík kl. 18.30
HB-B68: kl. 19.30
B36-AB: kl. 19.30
Sunnudagin
ÍF-Suðringara 4-1 (2-0)
1-0: Hanus Eliasen 15.
2-0: Sámal Joensen 16.
2-1: Teitur Mortensen 47.
3-1: Høgni Zachariassen 56.
4-1: Hanus Eliasen 81.
Støðan
AB 24 stig
KÍ 23 stig
NSÍ 22 stig
B68 20 stig
HB 17 stig
Víkingur 16 stig
Suðringar 13 stig
B36 11 stig
Giza Hoyvík 10 stig
ÍF 3 stig
Suðringar og ÍF hava spælt tólv dystir, og hini liðini hava spælt ellivu dystir