ÍF hevur takið á NSÍ

Í dýrdarveðrinum var tað leingi fátækt upp á hugflog og málmøguleikar, men síðsta korterið var talan um satt drama við trimum málum, reyðum korti og brotssparki

Null null og einki sum helst undirhald. Soleiðis mundi niðurstøðan í fína summarveðrinum og góða hugnanum kring vøllin við Løkin í Runavík vera mánakvøldið, tá ið tað varð bíðað eftir spælarunum, sum eftir fyrra umfarið hvíldu seg og løgdu upp ráð, hvat nú var til at taka.
Tá ið seinna umfarið var hálvrunnið mundi niðurstøðan vera tann sama. Men so broyttist alt, og síðsta stóra korterið bar við sær alt tað, sum er hugsandi í fótbólti. Í dramatisku løtuni fekk ÍF tvey mál. Bartal Eliasen varð rikin av vøllinum, eftir at hann fyri aðru ferð hevði sæð gult, og NSÍ fekk brotsspark, sum teir umsettu til mál.
ÍF hevur ofta havt gott tak á NSÍ. Í 1. hálvleiki bendi lítið ella einki á, at annar parturin skuldi vinna. Tað varð sparkað nógv og langt og oftast óneyvt, og málmøguleikarnir vóru fáir og smáir ella rættari eingir.
Báðir partar høvdu nógv fólk á miðvøllinum. Tað bar við sær, at ein rúgva av spælarum stríddust á heilt lítlum øki. Uttan at tað gjørdist ófantaligt vóru nógvir nærdystir og lítið av skipaðum spæli. Breiddin og dýpdin restaðu, og serliga hjá heimaliðnum vóru teir, sum plaga at hava lyklaleiklutir, skuggar av sær sjálvum.
Andy Olsen og Jónstein Petersen vóru í borðunum álopsspælarar, men teir lógu eitt sindur aftarlaga, og tað var eyðsýnt, at fuglfirðingar høvdu eitt ógvuliga vakið eyga við, at tað ikki skuldi eydnast hjá heimaliðnum at bróta ígjøgnum í borðunum. Á sentrala ÍF miðvøllinum arbeiddu nýgifti Jan Guttesen og Høgni Madsen, sum í summarsteðginum er komin úr GÍ og aftur í barndómsfelagið, sum hestar, meðan tað á NSÍ miðvøllinum var saknur í leikbannaða Kára Hansen.
 
Bestu menninir
Tveir spælarar skaraðu framúr hinum. Annar var nýggi miðframherjin hjá NSÍ, Onyema Ikechukwu. Hann er skjótur og sterkur, og hann hevur góðan bóltførleika. Hann megnaði væl fyrstu ferð sendingar til viðspælararnar, men tað var syndarliga sjáldan, at tað spurdist nakað burturúr. Førleikin beinanvegin at fáa tak á og spæla víðari var ikki nóg góður.
            Ike, sum teir kalla hann í NSÍ, royndi nakrar ferðir sjálvur, og tá var tað vandamikið. Hann breyt ígjøgnum í 77. minutti. Dómarin metti, at Bartal uttanfyri brotsteigin hevði togað í so rívan í álopsmannin, sum sendi við síðuna av málinum, og dómarin dømdi málspark og gav verjuspælaranum gult og harvið eisini reytt.
            Fimm minuttir seinni var Ike aftur upp á spæl. Hann sneiddi seg leysan í brotsteiginum, Viggo Johannesen, sum stríddist sera væl í ÍF miðverjuni, royndi at takla, men álopsspælarin fór um koll, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Brynjolvur Nielsen sendi í netið, og so var 1-1.
            Hin eyðsýndi maðurin var Magni á Lakjuni. Hann var ivaleyst bestur av øllum. Í øllum drøninum, rennarínum og sparkarínum var tað kveikjandi og lívgandi fyri fótbóltsspælið, tá ið Magni hevði bóltin. Hann megnaði betri enn aðrir at temja og varðveita yvirblikkið, og hóast skjótleikin ikki longur er so stórur, so hevur hann stak góð evni at fáa maksimalt burturúr støðunum, tá ið hann sneiðir ein, tveir og viðhvørt tríggjar mótstøðumenn av sær og timar skilagóðu sendingarnar.
            Tað kom avgjørt ikki óvart á, at tað júst var Magni á Lakjuni, sum setti hol á. Eyðolvur R. Petersen legði fríspark innfyri úr høgru. Eitt sindur av aftur og fram spurdist burturúr, áðrenn Bartal Eliasen ellivu metrar úr málinum trillaði bóltin upp á tvørs til Magna á Lakjuni, sum hegnisliga setti bóltin dygst inn við stólparótini.
 
Gylta ÍF løtan
ÍF hevur verið kroyst á stigatalvuni, og tí var tað ikki undarligt, at fagnaðurin á fuglfirðingum á og kring vøllin var ógvusligur yvir leiðslumálið. Men tað er stutt av tindinum og niður í dalin. Tveir minuttir eftir leiðslumálið varð Bartal rikin av vøllinum, og meðan Magni á Lakjuni lá skaddur uttanfyri, setti Brynjolvur Nielsen brotssparkið í málið. So var 1-1, og alt bendi á, at um annar parturin skuldi fáa fult, so fór tað at vera heimaliðið. Fyritreytirnar hjá teimum vóru í hvussu so er betri.
            Eftir útvísingina varð Áki Petersen fluttur í miðverjuna, Sverri Ellingsgaard kom inn á vongverjan í høgru, og Eyðun Ryggshamar var síðuspælari í høgru síðstu fimm minuttirnar. Hann hevði bara verið ein minutt á vøllinum, tá ið hann legði neyvt inn um ov frammarlaga staddu NSÍ miðverjuna. Við stórari ferð rætningstamdi Høgni Zachariasen við kroppinum bóltin, soleiðis at hann gjørdist leysur innanfyri verjuna, og einsamallur við Jens Martini Knudsen var hann púra kaldur.
            2-1 til ÍF, og NSÍ spælararnir stóðu sum negldir. Dómarin legði fimm minuttir afturat vanligu leiktíðini. NSÍ tóktist ætla sær at leggja trýst á, fyri í hvussu so er at fáa eitt stig. Men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Í staðin var tað ÍF, sum fekk risa møguleika at økja um leiðsluna. Enn eina ferð var tað Eyðun Ryggshamar, sum úr høgru legði inn um verjuna. Innskifti Teitur Joensen gjørdist púra blankur eitt vet til vinstru, men temjingin var ikki nóg neyv. Bólturin fór longri út í vinstra borð, og ungi maðurin var ikki í javnvág, tá ið hann við vinstra beini royndi ímóti málinum.
            Kiksaða skotroyndin mundi vera honum fyrigivin. Tá ið Lassin Isaksen, sum kom væl frá uppgávuni, bríkslaði fyri síðstu ferð, var fagnaðurin stórur á teimum niðanfyri vøllin, meðan áskoðararnir omanfyri smoygdu sær avstað við kensluni av, at tað ikki stendur nakað serligt til hjá NSÍ.
 
NSÍ-ÍF 1-2 (0-0)
0-1: Magni á Lakjuni 75.
1-1: Brynjolvur Nielsen br 82.
1-2: Høgni Zachariasen 86.
Dómari: Lassin Isaksen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen (Áki L. Hansen, 78.) ? Helgi L. Petersen (Jústinus R. Hansen, 61.), Gert Langgaard, Ian Højgaard ? Andy Olsen, , Jónstein Petersen (Eddie Mikkelsen, 78.)
Gult kort: Jónstein Petersen 67.
ÍF: Karstin Joensen ? Áki Petersen, Viggo Johannesen, Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum ? Hanus Eliasen (Teitur Joensen, 73.), Eyðolvur R. Petersen (Sverri Ellingsgaard, 78.), Høgni Madsen, Jan Guttesen, Høgni Zachariasen ? Magni á Lakjuni (Eyðun Ryggshamar, 85.)
Gult kort: Viggo Johannesen 68., Bartal Eliasen 45. og 77.Reytt kort: Bartal Eliasen 77. (tvey gul)