ÍF hevur longt við Bartal

Í dag kundi formaðurin í ÍF-fótbólti vátta at ÍF hevur longt sáttmálan við enn ein av stuðulsleikarum sínum, sterka verjuleikaran, Bartal Eliasen

Í dag kundi formaðurin í ÍF-fótbólti vátta at ÍF hevur longt sáttmálan við enn ein av stuðulsleikarum sínum, sterka verjuleikaran, Bartal Eliasen.

Hetta er ein partur av ætlanunum við at fáa ÍF liðið nóg sterkt til Formula deildina í næsta kappingarári.

Fyrr í vikuni longdi felagið við triggjar av sínum stuðulsleikarum; Áka Petersen, Nenad Saric og Fritleif í Lambanum.