Bæði fuglfirðingar og teir í TB vóru svangir eftir at vinna fulla úrtøku, tá ið TB seinnapartin hevði vitjan av ÍF.
ÍF hevur ikki vunnið fulla úrtøku síðani 12. juli, tá ið tað í Fuglafirði endaði við 3-0 sigri ímóti Skála.
Síðsti TB sigurin var 13. september, tá ið TB fór av Argjum við 3-0 sigri.
Tá ið síðsta bríksl var við Stórá í Trongisvági, vísti máltalvan 1-1. Harvið hevur ÍF ikki vunnu fulla úrtøku í tríggjar mánaðir, og harvið hevur TB ikki vunnið á heimavølli síðani 23. august, tá ið TB vann 1-0 ímóti Skála. Dysturin í dag var tann fimti á heimavølli síðani 23. august. TB hevur tapt 2-1 og 2-0 ímóti Víkingi, tapt 1-0 ímóti NSÍ og spælt málleysan javnleik ímóti KÍ.
Síðstu løtuna stríddist TB við at skjóta sigursmálið, men tað eydnaðist ikki, hóast tað vóru fleiri spentar støður og fleiri royndir ímóti ÍF málinum.
ÍF var uttan fimm spælarar, sum hava verið fastir menn á liðnum higartil í ár – Sjúrður Pauli Nielsen var hálvskaddur á beinkinum, Karl Løkin og Hákun Edmundsson vóru leikbannaðir, og Jan Ó. Ellingsgaard og Filip Djordjevic vóru ikki við.
Heimamenninir vóru væl meiri á bóltinum í fyrra hálvleiki, og tað vóru nógvar støður í og kring ÍF brotsteigin, og í tveimum ella trimum førum var talan um stóran málmøguleika. Fuglfirðingar bjargaðu á málstrikuni, men tað eydnaðist ikki TB at vinna úrtøku úr greiðu yvirvágini í fyrra hálvleiki.
Tað gekk meiri javnt á fyrra partin av seinna hálvleiki, og so eydnaðist tað ÍF at leggja seg framum.
Uros Stojanov setti hol á, tá ið ein stórur tími var farin. Bólturin varð spældur í høgru, og tá ið Uros fekk fatur á honum heilt tætt baklinjuni, sá tað út til, at møguleikin var burtur. Men Uros Stojanov megnaði at krúlla bóltin í handara stólpan og í málið, og so var 1-0 til ÍF.
Í 68. minutti eydnaðist tað TB at javna. Eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram var Mark Kongstedt leysur, og eftir tvær royndir varð 1-1.
ÍF er á sætta plássi við 23 stigum, og TB er á áttanda plássi við 15 stigum.
Næsti dystur hjá TB verður leygardagin 17. oktober á útivølli ímóti B36.
Næsti dystur hjá ÍF verður sunnudagin 18. oktober á heimavølli ímóti NSÍ.
TB – ÍF 1-1 (0-0)
0-1: Uros Stojanov
1-1: Mark Kongstedt
Dómari: Rani A. Skaalum
TB: Frederik Mehder – Sebastian Kroner, Poul Ingason, Rasmus Møller, Samudeen Musah – Dánjal Godtfred, Mark Kongstedt, Rógvi Joensen – Nikolei Johannesen, Filip Obadovic, Einar Thorsteinsson (Jens Erik Bruhn, 67.)
Gult kort: Poul Ingason, Rógvi Joensen, Dánjal Godtfred
Venjari: Michael Winter
ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Hans Jákup Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Jens Joensen, Andy Ó. Olsen - Bogi Løkin, Sámal Joensen, Gundur E. Petersen – Jóhan Petersen (Rói Kallsoy Róin, 83.), Uros Stojanov, Pól Jákup Lundsbjerg
Gult kort: Jóhan Petersen, Jens Joensen, Pól Jákup Lundsbjerg, Jákup Nolsøe Olsen
Venjarar: Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus