ÍF hevur funnið stevið aftur

Annað vikuskiftið á rað megnaðu fuglfirðingar at fara av torførum útivølli við úrtøku, og hesa ferð settu teir rudduliga KÍ upp á pláss

KÍ-ÍF

Tá ið tað síðsta vikuskiftið í mars varð farið undir fyrstu landskappingina, sum fevnir um 27 umfør, var ÍF væl fyri. Fuglfirðingar vóru fyrsta partin av kappingini millum oddaliðini. Men so steðgaði upp, og ÍF hevur leingi talst millum tey, sum fyrst og fremst hava hugsað um stríðið fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Nú tað resta trý umfør, nýtist ÍF ikki at hugsa um niðurflytingina. Við sannførandi avrikum í Gundadali næstsíðsta sunnudag móti B36 (1-1), og við trivaligum 2-0 sigri á KÍ í Klaksvík sunnudagin, so er ÍF so at siga leyst av vandanum at flyta niður. Tað skal ganga meiri enn illa hjá ÍF, um teir ikki skulu fáa okkurt stigið afturat, og tað skal ganga meiri enn væl hjá teimum, sum eru undir ÍF á talvuni, um teir skulu fáa fuglfirðingar aftur.
Tað kann væl vera, at KÍ eisini fer at verða partur av bestu deildini næsta ár. Men sunnudagurin boðaði ikki frá, at klaksvíkingar fara at fáa serliga úrtøku í trimum teimum síðstu umførunum, tá ið teir skulu spæla í Gundadali móti B36 og HB á heimavølli móti NSÍ.
KÍ hugburðurin var lítið at rópa hurrá fyri, tá ið klaksvíkingar vóru møttir fyri at siga farvæl við Kurt Mørkøre, ið sum 36 ára gamalur hevur gjørt av at seta fótbóltsstivlarnar á hillina fyri alla síðstu ferð.
Tá var munur á ÍF. Fuglfirðingar settu seg væl og virðiliga á miðvøllin, teir spældu seg til størstu møguleikarnar, og tað tóktist bara at vera ein spurningur um tíð í toluligu veðurlíkindunum, nær ÍF skuldi fáa mál.
Tað fekk ÍF, tá ið knappliga tjúgu minuttir vóru farnir, og uppspælið og málið vóru frágera góð. Eftir framlegging í høgru síðu sneiddi Sylla tveir av, áðrenn hann legði hart innfyri, og millum tríggjar verjuspælarar hjá klaksvíkingum var miðvallarin Eyðun Ryggshamar fyrstur á, setti krúllin undir bóltin, sum brast í netmeskarnar.
KÍ hevði verið eitt sindur avmált í útgangsstøðuni. Tað ráddi um at halda tørn um tað, sum teir høvdu frá dystarbyrjan. Men eftir ÍF málið vóru teir noyddir at sleppa eitt sindur í verjupartinum fyri at leggja meiri dent á álopspartin.
Hetta bar við sær, at tað gjørdist lættari hjá ÍF at fara í mótálop. Klaksvíkingar høvdu bóltin eins nógv og kanska meiri enn gestirnir, men tað var nógv størri hugflog, tyngd og broddur í, tá ið ÍF søkti at. KÍ verjan var ikki eins sannførandi, sum hon hevur verið nógvu tær seinastu ferðirnar, tá ið Jan Andreasen, sum ivaleyst hevur verið mest støðugi KÍ spælarin síðani venjaraskifti, hevur verið størsti stuðulin. Hesa ferð var Jan ikki millum teir fyrstu ellivu, og hann kom ikki á vøllin fyrrenn í 2. hálvleiki.
ÍF hevði fleiri møguleikar at gera fleiri mál í 1. hálvleiki, men teir fingu ikki mál eitt nú tí Meinhard Joensen stóð stinnur millum stólparnar í KÍ málinum.
KÍ royndi eftir steðgin at venda gongdini. Men tað stemmaði ikki millum viljan og ætlanirnar og gongdina á vøllinum. ÍF hevði størri tyngd í nærdystunm, teir vóru fyrstir á næstu bóltunum, teir fluttu seg betri enn mótstøðumenninir, teir vóru tryggari í verjupartinum, stinnari á miðvøllinum, og tað vóru greiðari ætlanir um, hvat tað skuldi enda við, tá ið teir fóru í álop.
Sannførandi ÍF sigurin varð staðfestur miðskeiðis í 2. hálvleiki. Frammanundan hevði ÍF havt bóltin á málkarminum. 2-0 málið skoraði Sylla Ahmed. Sum ikki eina ferð so misti KÍ á veg í álop. Fuglfirðingar gjørdu skjótt av, bólturin varð spældur fram til Sylla sum í høgru sneiddi framvið mótstøðumanni, áðrenn hann smekkaði bóltin upp í nettakið aftanfyri sakleysa málverjan.
KÍ royndi at leggja trýst á seinnapartin av 2. hálvleiki, tá ið Kristoffur Jacobsen varð settur á vøllin, og tá ið Ovi Nysted varð fluttur úr miðverjuni og fram í álopið. Nógv gekk fyri seg á ÍF hálvuni hesa løtuna, men tað var lítið hugflog í, og Símun Eliasen og hinir í ÍF miðverjuni høvdu ikki stórvegis trupulleikar at greiða sín setning, tá ið KÍ royndi at senda í brotsteigin frammanfyri stinna Jacob Kaas.
ÍF tykist rættuliga vera komið fyri seg aftur, og nú er spurningurin, hvat teir fara at megna at gera, tá ið HB sunnudagin fer at vitja í Fuglafirði. Klaksvíkingar ásanna, at talan sunnudagin var um kollektivan offday, og teir siga seg hava ætlanir um, at tað skal vera øðrvísi, tá ið teir tvær tær næstu ferðirnar skulu spæla í Gundadali móti B36 og HB.