ÍF FYRIREIKINGAR
Tað hevur leingi ligið á ljóði, og nú er tað veruleiki. Sunnukvøldið skrivaðu ÍF og Bartal Eliasen undir sáttmála, sum ber við sær, at Bartal nú aftur er ÍF fótbóltsspælari. Hann hevur spælt flogbólt í felagnum í øll árini, men tey seinastu árini hava evnini sum fótbóltsspælari verið nýtt í GÍ og Gøtu.
Í Fuglafirði eru teir væl nøgdir við, at Bartal aftur er komin í barndómsfelagið, og teir siga seg nú vera komnar á mál í maningarligu fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.
Umframt Bartal Eliasen er hópurin styrktur við fýra øðrum spælarum, sum ikki spældu við ÍF í fjør. Teir eru Bárður á Lakjuni, Magni á Lakjuni, Rúni Elttør og Karstin Joensen. Eins og Bartal er Bárður komin til barndómsfelagið, eftir at hann hevur spælt við GÍ. Magni, sum eisini er uppvaksin í Fuglafirði og ÍF, spældi í fjør við EB/Streymi, Rúni spældi við B36, og Karstin Joensen var í fjør málverji hjá KÍ.
Tað ljóðaði eina ferð, at Viggo Johannesen, sum seinnu árini hevur verið fastur fúsur í miðverjuni, ikki skuldi spæla við ÍF í ár, men í staðin skuldi spæla við øðrum felag. Nú er greitt, at Viggo aftur í ár fer at spæla við ÍF.
Sigfríður Clementsen fer at halda fram sum venjari hjá ÍF, og Bogi Lervig verður hjálparvenjari.
Ivi um Bárð
Í fjør var Bárður á Lakjuni einasti spælarin hjá GÍ, sum var við í øllum átjan dystunum. Hann var hvørja ferð ímillum teir fyrstu ellivu. Undanfarnu árini hevði Bárður verið nógv darvaður av skaðum í knøunum. Hóast hann spældi alla tíðina í fjør, so var ikki frítt, at skaðarnir plágaðu. Síðani kappingarenda hevur Bárður aftur verið skaðaplágaður, og um vend ikki kemur í, so er møguleiki fyri, at hann ikki fær spælt soleiðis, sum hann gjørdi í fjør.
? Vit vilja fegnir hava, at Bárður verður førur fyri at spæla, tí vit rokna hann at fara at verða ein av stuðulsspælarunum. Hann hevur jú royndirnar í bestu deildini, sum fleiri av hinum ikki hava. Tí fara vit at gera okkara til, at Bárður kann fáa alla ta viðgerð og hjálp, sum tað ber til at fáa, sigur Rógvi Róin, sum vegna ÍF hevur samráðst við spælararnar.