ÍF hevði munin

Flogbóltur - Hóast dysturin á Kambsdali fríggjakvøldið var nokk so javnur til tíðir, hevði ÍF kortini munin á Ternuni

Hóast Ternan nærkaðist ÍF fyri hvørt settið, ið gekk, so vóru kvinnurnar av Toftum ongantíð ordiliga nær við at taka eitt sett á Kambsdali fríggjakvøldið. Hóast dysturin var nokk so javnur, hevði ÍF munin frá byrjan til enda.
Undantakið var kanska triðja sett, tá Ternan fylgdi við nakað longur enn í hinum báðum undanfarnu settunum. Men tað var kortini ikki nóg mikið til at hótta vertirnar, ið heldur ikki spældu upp til sítt besta.
Ferðin á spælinum var ikki tann nógva, og ikki var sørt av persónligum feilum heldur. Sostatt er ÍF tað fremsta av teimum trimum liðunum, ið hanga í miðjuni við fýra stigum í part. Ternan hevur vunnið tilsamans fýra sett í sínum fyrstu fimm dystum, men enn eigur liðið fyrstu stigini á.