ÍF heldur oddasessin

ÍF vann tryggan sigur á KÍF í meistaradeildini hjá kvinnum. Við sigrinum halda tær fast um oddasessin í bestu kvinnudeildini.

FLOGBÓLTUR

Oddaliðið ÍF tók ímóti KÍF í meistaradeildini hjá kvinnum sunnudagin. Undan dystinum lá ÍF fremst í bestu kvinnudeildini saman við Drátti, meðan KÍF lá á fimta plássi. Umráðandi var hjá báðum liðunum at fáa tvey stig. ÍF skuldi royna at halda fast um oddasessin, meðan KÍF við einum sigri hevði møguleika at hála inn á ovaru liðini.
Hetta var tó dagurin hjá ÍF. Tvey tey fyrstu settini var einki at snakka um. ÍF var nógv betra liðið, og tær vunnu eisini hesi bæði settini trygt 25-13 og 25-16. Nú mundu nógv vænta, at eitt veruligt sorl lá í luftini, men hesum vildi KÍF ikki hava liggjandi á sær. Tær komu flúgvandi út til triðja sett, og hesaferð vunnu tær tryggan sigur. Úrslitið gjørdist 25-17.
Men so høvdu kvinnurnar hjá Íf fingið nokk. Fjórða settið vunnu tær 25-15, og sostatt vann Íf dystin 3-1. Við sigrinum heldur ÍF fast um oddasessin, meðan KÍF bert kann hyggja langt eftir heiðursmerkjaplássunum, sum nú tykjast nakað ómøgulig.