ÍF heldur fast í HB

ÍF greiddi sín setning, tá TB kom á vitjan í Fuglafirði í gjár.

 

TB kláraði seg ikki serliga væl, seinastu dystirnar undan summarsteðginum, og tí skuldi dysturin í dag helst vinnast.

 

Men talan var um ein truplan dyst, tí ÍF liggur væl fyri í kappingini, á øðrum plássi, sjey stig aftanfyri HB og tvey stig frammanfyri EB/Streym, sum er á triðja plássi. Og munurin aftur til meistararnar kundi økjast upp í fimm stig, um ÍF vann á TB í dag.

 

Og dysturin gjørdist júst so trupul hjá TB, sum fryktandi var fyri.

 

Bara eitt mál kom í fyrra hálvleiki, tað skoraði Øssur M. Dalbúð í 30. minutti, men longu í fyrsta minutti av seinna hálvleiki økti Ari Ellingsgaard til 2-0 og so sá svart út hjá TB.

 

Men liðið hevur megnað at reisa seg, tá tað hevur verið undir størst trýsti áður, og tað gjørdu tvøramenn aftur í dag. Munurin var bara, at teir hesaferð ikki megnaðu at halda tørn.

 

Fyrst minkaði Ndende Adama Guéye um munin, tá ein tími var leiktur, og bara tveir minuttir seinni javnaði Ragnar Tausen. Tá nýggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, skoraði Clayton til 3-2, og átta minuttir seinni til 4-2, og so kundi tað gera tað sama, um veteranurin, Óli Johannesen, minkaði aftur um munin til endaliga úrslitið 4-3.

 

Tað gjørdist endaliga úrslitið, og tí er ÍF nú enn tryggari á øðrum plássi enn áður. Og TB hevur ikki fingið ta luft, sum teir kundu hugsað sær í botnstríðnum.

 

ÍF-TB 4-3 (1-0)

30.: 1-0 Øssur M. Dalbúð

46.: 2-0 Ari Ó. Ellingsgaard

60.: 2-1 Ndende Adama Guéye

62.: 2-2 Ragnar Tausen

81.: 3-2 Clayton Nascimento

88.: 4-2 Clayton Nascimento

89.: 4-3 Óli Johannesen

 

Myndatekstur: Bogi R. Petersen og hinir í ÍF fingu eina frálíka byrjan uppá seinnu kappingarhálvu, nú summarsteðgurin er av

Mynd: Kjartan Madsen