Nógv hevur verið tosað um trygdina hjá teimum, sum hvønn einasta dag mugu úr ella til Dals.
Vegasambandið til grannabygdina og umheimin gongur gjøgnum Dalslíð, og har kemur meiri enn so fyri at grót dettur niður á vegin. Hinvegin so er hetta eitt vandamikið vegastrekki, tí beint er niðurfyri í havið.
Sambært áðurnevnda yvirliti er bert boðað frá einum einstøkum ferðsluóhappi í Dalslíð tey seinastu fimm árini. Hetta hendi í 2004.
Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika ein tunnil millum Dal og Húsavík, og gongur hetta arbeiðið framá, hóast onkrar forðingar eru í arbeiðinum. Neyðugt verður tí at finna fram til aðra linjuføring enn ta fyrst ætlaðu.
Kostnaðarmetingin sigur at hesin góðar tveir kilometrar langi tunnilin fer at kosta einar 100 mió. kr.
Ein onnur líð er eisini á Sandoynni, nevniliga Sandslíð, sunnanfyri bygdina Sand. Eftir hesum strekki koyra í miðal 500 bilar um samdøgrið, og her hevur ein skrásett trý ferðsluóhapp seinastu fimm árini.