Leygardagin var tiltak um heilasjúkuna Apopleksi í Útvarpshøllini. Heilt fitt av fólki var møtt upp, og varð kanningin av viðurskiftunum hjá apopleksiraktum í Føroyum, sum Heilafelagið hevur biðið Granskingardepilin gjørt, handað almenninginum. Kanningin hevur fingið heitið Granskingarverkætlanin fyri Økismenning, og er tað Dennis Holm sum var verkætlanarleiðari í kanningini.
Tiltakið byrjaði við, at læknin, sum er leiðari á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, Lars Storm, greiddi eitt sindur frá, hvat apopleksi er fyri nakað.
Apopleksi
Apopleksi er ein heilasjúka. Orsøkin til heilasjúkuna er tann, at ein æðr í heilanum fær ein tøpp, sum í flestu førum seinni mennist til eina heilabløðing, orsaka av at trýstið á æðrina er somikið stórt, at hol fæst á. Apopleksi kenna vit betur sum heilabløðing, segði Lars Storm.
Ov neilig tøl
Aftaná Lars Storm helt Dennis Holm verkætlanarleiðari ein frágreiðing um tølini í kanningini. Víst var m.a. á, at møguleikarnir til eftirvenjingarumstøður aftaná eina harða viðgerð av Apopleksi, ikki eru til staðar í føroyska samfelagnum. Tey ið hava verið rakt av Apopleksi og hava tørv á antinn endurútbúgvingarmøguleikum, verkstøðum ella eftirvenjingarumstøðum verða í størstan mun send til Danmarkar. Ein annar av mongu trupulleikunum í føroyska samfelagnum, tá ið umræður Apopleksi er, at flestu spurdu siga seg ikki hava verðið kunnaði um møguleikarnar aftaná viðgerðina, greiddi Dennis Holm frá.
Vardir verkstaðir
Vardir verkstaðir eru tó nakað, ið føroyska samfelagið hevur at bjóða teimum, ið hava verið rakt av Apopleksi. Endamálið við vardum verkstøðum er at veita tilboð um arbeiði til teirra, ið ikki hava fullan arbeiðsførleika.
Í løtuni eru vardir verkstaðir at finna í Tórshavn, Klaksvík og í Vági. Umframt hetta er møguleiki fyri at fáa dagtilboð í Sørvági. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður við almannamálum, boðaði frá at fyrsta sambýlið fyri tey við serligum tørvi verður tikið í nýtslu í hesu vikuni.
Á hvønn hátt ger sjúkan vart við seg?
Í fyrstu syftu ger sjúkan vart við seg, at tann rakti kennir seg móðan, hevur høvuðpínu ella svevur meiri enn vant. Men sjúkan kann tó eisini koma heldur knappliga og púra óvart á tann rakta.
Fyrstu dagarnar kann gerast torført at gita, hvat ið galið er, og gongur tað heldur seint við at fata tað, ið er hent síðstu dagarnar. Lamningur, ov spentir vøddar, broyttur følisansur, sjónsansur ella ljóðsansur, sálarligar og intellektuellar broytingar og kensluligar fylgjur eru vanligastu sjúkueyðkennini. Vanliga verða fólk við Apopleksi innløgd, sigur Lars Storm.
Fíggjarligt trot
Tey ið verða innløgd, verða í stóran mun løgd út á medisinsku deild, og eru tað heldur tey fáu, ið kunnu nýta gagn av seingjunum, sum eru á Apopleksideildini úti í Landssjúkrahúsinum. Trupulleikin er fíggjarligt trot, ið ikki kann nøkta tørvin á seingjum á Apopleksideildini.
Samanumtikið var tiltakið sera væleydnað og kunnandi. Hugt var eftir menniskjaliga og samfelagsbúskaparliga týdninginum av, at betra um korini fíggjarliga og andliga hjá apopleksiraktum fólki í Føroyum.









