Fíggjarstýringin er grund arlagið fyri einari sterkari kommunu

Størsti dentur eigur at verða lagdur á fíggjarstýringina, ein neyv fíggjarstýring er grundarlagið undir øllum kommunala virkseminum. Tað hevur eydnast okkum at gjalda niður uppá skuldina, soleiðis at vit nú eru komin niður á eina álíkning, uml. 300 mió.

 

Schumann Hjaltalin

býráðslimur Valevni fyri Sambandsflokkin


Skal tað eydnast okkum at verða ein sterk og góð kommuna, so er tað av allar størsta tídningi, at hava sum aðalmál, er at gerast skuldarfrí. Tá vit eru skuldarfrí, eru vit ein fræls kommuna.

Nú Kollafjarðar og Tórshavnar kommuna leggja saman, verður kommunan enn størri og vónadi verður hettar til gagns fyri báðar kommunurnar, men at kommunan gert størri, krevur sjálvsagt at vit hava eina neyva fíggjarstýring.

Tíðin til tey stóru lyftini er ikki komin enn, men tey lyftir ið vit geva, skulu vit eisini halda.

Komandi fýra árini verða eisini strævin hjá Tórshavnar kommunu. Men við einum skynsamum fíggjarpolitikki, sum byggir á varsemi og góðum samstarvi við hinar flokkarnar í býráðnum, kunnu vit finna eitt haldgott støði.