Fíggjarstýring og Roknskaparfrøði

Føroya Skúlabókagrunnur gevur í hesum døgum út bøkurnar Fíggjarstýring og Roknskaparfrøði. Høvundarnir hava drúgvar royndir á Føroya Handilsskúla, har bøkurnar eru ætlaðar at verða brúktar, bæði á Kambsdali og í Havn.

Fyri tann, ið skal læra virkisbúskap, eru Roknskaparfrøði og Fíggjarstýring hentar bøkur, sum stuðla væl hvør aðra.

Ein reyður tráður í báðum bókum eru fotomyndirnar hjá Suffíu við Stein, sum vísa tøl, tikin av nummarspjøldrum, húsaveggjum, kirkjum, bátum og ferðslutalvum.

Fíggjarstýring er ætlað næmingum, sum lesa virkisbúskap á hægsta miðnámsstigi á hægri handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum fara undir hægri lesnað í búskapi. Eisini er bókin hent hjá teimum, sum fáast við fíggjarstýring á virkjum og stovnum. Innihaldið er íløgur og fígging, fíggjarlig greining og fíggjarætling.

Í formælinum sigur høvundurin Olav Absalonsen soleiðis:

»Henda bók er ætlað næmingum, sum taka roknskap ella virkisbúskap á A-stigi á Føroya Handilsskúla. Tríggir teir fyrstu kapitlarnir kunnu takast sum ein heild, ið snýr seg um íløgur og fígging. Hinir tríggir verða settir í sambandi við tey evni, sum næmingarnir arbeiða við í viðkomandi læru¬grein. Eftir hvønn kapittul eru uppgávur, sum eru so mikið nógvar í tali, at tað skal vera møguligt at velja egnaðar uppgávur burturúr at loysa.

Bókin er skrivað við tí í huga, at lesarin hevur eina grundvitan innan rokn¬skap og búskap, sum svarar til Virkisbúskap á B-stigi, og innan rentu¬rokning, sum svarar til Støddfrøði á C-stigi. Eisini er tilfarið skrivað so¬leiðis, at lesar¬in skal seta fíggjarstýringina í samband við onnur evni í somu læru¬grein og í øðrum lærugreinum, soleiðis at hann fær betri heildarfatan av vinnubúskapi. Tann einstaki næmingurin eigur sjálvur at seta nýggja vitan í sambandi við gamla vitan á hesum fakøki, soleiðis at hann ger sær sína egnu fatan av heildini.«

Roknskaparfrøði er ætlað næmingum, ið lesa virkisbúskap á Føroya Handilsskúla. Bókin er hent hjá teimum, sum lesa HD ella annan framhaldslesnað. Eisini er bókin hent hjá grannskoðarum, roknskaparleiðarum og øllum teimum, sum fáast við roknskap.

Í formælinum sigur høvundurin Finn Jensen soleiðis:

»Henda bók er ætlað næmingum, sum taka virkisbúskap á Føroya Handils¬skúla. Teir fyrru kapitlarnir eru skrivaðir í samsvari við galdandi undirvísingarætlan. Restin av bókini kann nýtast sum íblástur og kunnandi tilfar, men seinastu kapitlarnir eru eisini væl nýtiligir til valfría evnið í sambandi við lærugreinirnar á A-stigi. Bókin er skrivað við tí í huga, at lesarin hevur eina grundvitan í rokn¬skapi og búskapi, sum svarar til virkisbúskap á B-stigi. Eisini átti bókin at verið hent hjá teimum, sum dagliga starvast við roknskapi. Eitt nú grannskoðarar, roknskaparleiðarar og onnur, sum fáast við roknskap.«