Fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni skyldina av at lønarkrøvini eru so stór

?Tey næstu árini verður neyðugt at hækka skattin aftur, samstundis sum landskassin má taka lán, sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur

Búskapur

? Tað er fíggjarpolitikkurin, sum hevur størsta partin av skyldini fyri, at lønarkrøvini eru so høg, sum tey eru, nú samráðingar eru ímillum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar
Tað ivast búskaparfrøðingurin, Magni Laksáfoss, ikki í.
Hann sigur, at vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvussu tað ber til, at fakfeløgini seta so stór krøv, sum tey gera.
? Tað er ikki bara tí, at fiskiskapurin hevur verið so góður og prísurin høgur. Tað, sum góður fiskiskapur og fiskaprísir hava gjørt, er, at teir lyftu okkum upp úr eini djúpari kreppu við ongum lønarvøkstri yvirhøvur til ein lønarvøkstur.
-? -Bæði fiskiskapurin og fiskaprísurin eru tvífaldaðar og sostatt er inntøkan av hesum báðum fýra ferðir størri nú, enn hon var fyri nøkrum árum síðani
Hetta setti gongd á aftur samfelagið á ein náturligan hátt, tí tað skapti ein eftirspurning
? Men tað, sum hevur lagt hetta ovurstóra trýstið á búskapin, sum nú er á honum, er tann førdi fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni.
Magni Laksáfoss sigur, at upp á nøkur heilt fá ár hevur samgongan økt útreiðslurnar av at reka almennu tænasturnar eina heila milliard, úr einari milliard, upp í tvær milliardir.
? Hetta hevur lagt eitt øguliga stórt trýst á arbeiðsmarknaðin, tí økingin í almennu útreiðslurnar kemur omaná økingina í fiskiskapinum og fiskaprísinum.
Magni Laksáfoss sigur, at trýstið á arbeiðsmarknaðin hesi seinastu árini skal eisini síggjast í ljósinum av, at vit hava innflutt nógva arbeiðsmegi seinastu árini.
?Fyri nøkrum árum síðani vóru vit 43.000 fólk í Føroyum, nú eru vit 48.000. Av hesum 5.000 fólkunum, sum eru komin afturat, eru kanska 2000 børn og onnur sum ikki arbeiða, men hini 3.000 eru fólk í arbeiðsførum aldri.
Arbeiðsstyrkin í Føroyum hevur verið 30.000 fólk og sostatt øktu vit arbeiðsstyrkina eini 10% eftir nøkrum heilt fáum árum.
?Tað, sum her hent hesi seinastu árini, er í fyrsta lagi, at vit hava útvegað arbeiðið til øll tey mongu, sum vóru arbeiðsleys í kreppuni, umframt til tey 3.000, sum eru komin afturat.
Sostatt hava vit beint fyri øllum arbeiðsloysinum og hava harafturat kunnað økt arbeiðsstyrkina eini 10%.
Magni Laksáfoss sigur, at í veruleikanum hava tey 3.000 fólkini, sum eru flutt til landið, verið við til at lætta trýstið á arbeiðsmarknaðin og hava sostatt eisini gjørt sítt til at halda lønunum niðri.
Hann sigur, at hetta er eitt talandi dømi um, hvussu ómetaliga stórt trýst liggur á arbeiðsmarknaðinum.
Og tí er tað eisini sjálvsagt, at lønarkrøvini økjast.
? Tað er heilt týðiligt, at tað er virksemið í landinum, sum leggur tryst á lønirnar og førir til økt lønarkrøv.
? Men tað er tann førdi fíggjarpoilitikkurin við øktum almennum útreiðslum, sum hevur skapt hetta trýstið og sum tískil eisini er tann beinleiðis orsøkin til lønarkrøvini, sum nú eru, sigur buskaparfrøðingurin.

Neyðugt at hækka skattin
Magni Laksáfoss heldur sostatt eisini, at av tí, at tað er so stórur tørvur á arbeiðsmegi, kundu fakfeløgini ikki valt betri løtu at farið til samráðingar í felag og at kravt stórar lønarhækkingar.
? Men fyri samfelagsbúskapin er tað ikki heppið at økja lønarvøksturin so nógv nú, vit eru á aldukambinum.
?So vil tíðin vísa, um vit vit kunnu koma enn longur upp á aldukambin. Men tað dugi eg ikki at ímynda mær, tí útlitini eru onki serligt, hvørki fyri fiskiskapinum, fiskaprísinum ella alivinnuni.
Tað skilst eisini á búskaparfrøðinginum, at hann ivast eitt sindur um framtíðina.
?Nú tosar samgongan um at tátta í komandi ár, tí fíggjarlógin fyri 2004 skal skerjast eitt sindur afturímóti fíggjarlógini í ár.
? Eg haldi, at tað er eitt sindur undarligt, at hava so stóra almenna nýtslu í teimum góðum tíðunum, sum vit hava havt seinastu árini, og so at tosa um at tátta í, nú tíðirnar eru við at venda aftur.
Magni Laksáfoss sigur, at tað var nú, at tað almenna skuldi átt pening at slúsa út í samfelagið fyri at hildið virkseminum uppi.
Men hann er eisini greiður yvir, at vit eru ikki á veg í eina kreppu, sum á nakran hátt líkist henni, sum vit vóru í fyri nøkrum árum síðani.
? Tá ið kreppan var í nítiárunum, høvdu kommunurnar lánt seg út á sjógv , samstundis sum bæði vinnan og bankarnir vóru út av lagi illa fyri.
?Sostatt er støðan nú tann beint øvugta av tí, hon var í nítiárunum, tí tá fóru bæði kommunur, vinnulív og bankar á húsagang og landskassin, sum onki skyldaði, mátti átaka sær stóra skuld fyri at bjarga teimum.
Nú eru bæði kommunur, vinnan og bankarnir væl fyri. Men hinvegin hevur Landskassin einar fýra milliardir í skuld og tað, sum landskassin eigur í landsbankanum, er í stóran mun bundið og kann ikki brúkast.
? Sostatt er nógv, sum bendir á, at landskassin fær ein stóran trupulleika tey næstu árini. Verður gongdin komandu árini, sum hon hevur verið tey seinnu árini, verða fleiri og fleiri málsøki flutt yvir á kommunurnar at umsita fyri at lætta um hjá landskassanum, tí kommunurnar hava ráð til tað.
? Í nítiárunum bar til hjá landskassanum at halda uppat við øllum útbyggingum , samstundis sum allur studningur varð tikin av fyri at spara pening.
Men hendan reseptin nyttar onki í dag, tí nú er ongin studningur at taka og almennu útbyggingirnar eru so smáar, at har er heldur onki at spara.
?Sostatt stava allar samfelags útreiðslurnar frá vanligum rakstri og tí er eisini rættiliga trupult at skerja tær.
Magni Laksáfoss sigur, at samgongan hevur víst seg ikki at hava rygg til at skerja útreiðslurnar. Tí er einasti máti at fáa tað at ganga upp hjá landskassanum, at flyta enn fleiri málsøki yvir á kommunurnar - og at hækka skattin.
Hann heldur, at politiskt er tað trupult at tosa um skattahækkingar nú, skatturin akkurát er lækkaður.
? Tí verður landsbankin uttan iva tømdur fyrst. Men tað er skjótt gjørt og um eini tvey ár er tað uppi og tá verður eisini neyðugt hjá landskassanum at taka lán, sigur Magni Laksáfoss.


MYND AV MAGNA LAKSÀFOSS

? Tað er nógv, sum bendir á, at landskassin fær ein stóran trupulleika tey næstu árini, heldur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur: