Fíggjarnevndin ósamd um Brimil

-Fíggjarnevndin er farin í tríggjar partar í spurninginum um, antin Løgtingið skal leggja seg út í ósemjuna um lønina hjá Skiparanum og stýrimonnunum við Brimli

 

Brimil


Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum er ógvuliga ósamd um, antin tað er rætt av Løgtinginum at leggja upp í ósemjuna um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli

Fíggjarnevndin hevur nú viðgjørt málið og nú, hon hevur lagt álitið fyri tingið aftur, vísir tað seg, at hon hevur býtt seg í tríggjar partar.

Men tað vísir seg eisini, at ein meiriluti í nevndini, nevniliga umboðini hjá samgonguni, taka undir við, at tingið ger ein enda á ósemjuni

Í meirilutanum eru Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund.

Men meirilutin vísir á, at Maskinmeistarafelagið hevur gjørt sáttmála, og tí er tað ikki longur aktuelt at gera lógarinntriv mótvegis hesum felag.

Lógin eigur heldur ikki at fevna um Starvsmannafelagið, tí tað er ikki í arbeiðssteðgi.

Tí mælir meirilutin tinginum til at samtykkja uppskotið við teirri treyt, at tað barafevnir um Skipararnar og stýrimenninir.

Karsten Hansen hevði annas skotið upp at seta eina nevnd at áseta lønina hjá allari manningini. Navigatørarnir, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið skuldi velja hvør sín lim í nevndina og Fíggjarmálastýrið skuldi velja tríggjar limir. Hesir skudi so velja ein uppmann. Samdust nevndin ikki um uppmannin, skuldi sorinskrivarin útnevna ein.

Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til, at Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið velja hvør sínar tveir limir í nevndina.


Skal burturvísast

Hinvegin taka tey bæði umboðini hjá sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen, ikki undir við málinum.

Minnilutin mælir tinginum til at vísa málið frá sær. Tey halda, at tað er í stríð við stýrisskipanina at tingið letur uppgávur sínar upp í hendurnar á eini nevnd, tí lóggávuvaldið er hjá Løgtinginum.

Vilhelm Johannesen, sum umboðar javnaðarflokkin í fíggjarnevndini, mælir karsten Hansen til at taka uppskotið aftur. Í aðru syftu mælir hann Løgtinginum til at fella uppskotið.

Eisini hann heldur, at uppsktotið er í stríð við stýrisskipanina

Men í hesum sambandi skal viðmerkjast, at Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, vísti á, at Løgtingið hevði felt eina áheitan um at vísa málið burtur. sostatt hevur Løgtingið óbeinleiðis tikið støðu til, at uppskotið gongur ikki í móti stýrisskipanini.

Løgtingið fer at atkvøða um Brimil í dag