?Landsstýriskvinnan í almannamálum ætlaði, at nú skuldi tað stóra takið takast at byggja íbúðir til menningastarnað, bæði í Eysturoynni og í Norðoyggjum. Hetta sá eisini út til at skula eydnast í fyrsta umfarið, tí peningur til endamálið var avsettur á fíggjarlógini fyri 2011. ?Tað vóru nógv, sum gleddist saman vid landsstýriskvinnuni, at loksins fór verkætlanin at byggja íbúðir til menningatarnað í Eysturoynni og Klaksvík av bakkastokki. ?Ja hettar var eitt veruligt frambrot innan økid. Nú kundu hesi í samfelagnum, sum so mangan hava verid fyri vanbýti gledast og síggja ljós fyri framman.?Fíggjarnevndin raðfesti øðrvísi ?Men tað gingu ikki nógvir dagar, so gjørdi fíggjarnevndin sína ávirkan galdandi og valdi at raðfesta øðrvísi. Fíggjarnevndin raðfesti viðlíkahald av vegum og bjálving av almennum bygningum hægri enn íbúðir til menningartarnað.?Eg skilji slettis ikki, at landins mynduleikar vilja standa model til, at okkara veiku í samfelagnum skulu standa so aftarlaga í raðfestingini. Møgluliga skulu hesi nú aftur bíða í fleiri ár eftir at fáa eitt meira virðiligt og betri lív. Hervið er ikki sagt, at tey ikki eisini hava tað gott heima. Men tá teirra foreldur eru vorðin gomul, hava tey ikki somu orku at taka sær av sínum kæru við menningatarni.?Eg kann ikki ímynda mær, at okkara fólkavaldu vilja hava sitandi á sær, at teir ikki í hesum valskeiðinum megnaðu at seta skjøtul á byggingina av íbúðum til fólk við menningatarni . Men velja heldur at raðfesta viðlíkahald av vegum og bjálving av almennum bygningum hægri. ?Eitt er púra vist, tað snýr seg um raðfesting og vilja. Og við sterkum vilja koma vit langt. Klaksvíkar kommuna skal ikki verða nøkur forðing fyri at bygt verður í kommununi, men tvørturímóti er sinnað at gera tað, sum liggur í okkara makt, at tað skal eydnast . Vit eru til reiðar at seta økið av til bygging av íbúðum til fólk við menningatarni. ?Vit kunnu ikki annað enn vænta og vóna, at okkara landspolitikarar, sum vit í norðurøkinum stóðu saman um at fáa á løgting, nú fara at standa saman um, at íbúðir verða bygdar í norðurøkinum. Tí standa vit saman, koma vit ótrúliga langt.