Fíggjarnevndarformaður hartar løgmann

Tað er ikki alt í løgmansrøðuni, ið er fallið í líka góða jørð. Og tað hevur fingið fíggjarnevndarformannin at tríva í pennin.

Fráboðanir í løgmansrøðuni um Ríkisfelagsskapin stríða grundleggjandi ímóti tí, sum Sambandsflokkurin eigur at standa fyri, sigur Bárður Nielsen í skrivi.

Hann heldur, at tað mundi kloma óvart á tey flestu, at formaður Sambandsfloksins í ólavsøkurøðuni boðaði frá, at nú skal farast frá Ríkisfelagsskapinum til ein ríkjafelagsskap, har ið Føroyar skulu vera sjálvstøðugt land.

Fráboðanirnar um ríkisrættarligu støðuna og yvirtøkurnar eru ongantíð viðgjørdar í Sambandsflokkinum og kunnu tí ikki fatast sum politikkur floksins, sigur Bárður Nielsen.

Hann sigur, at hetta at loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum er heldur ikki í tráð við tað, sum Sambandsflokkurin eigur at standa fyri.

Vit standa yvir fyri stórum avbjóðingum í einum heimi í stórari broyting, har ið vælferðarskipanirnar, sum vit kenna tær í dag, eru undir stórum trýsti, sigur Bárður Nielsen.

Neyðugt er altíð at gera tillagingar og hugsað av nýggjum, men vit eiga at útbyggja verandi ríkisfelagsskap og gera brúk av verandi møguleikum heldur enn at renna aftan á loysingarflokkunum.

Tað er altíð gott at verða semjusøkjandi, men tað skal ikki ganga ímóti grundsjónarmiðunum hjá Sambandsflokkinum. Føroyar hava frammanundan nóg mikið av loysingarflokkum, og brúk er ikki fyri einum loysingarflokki afturat. Tvørturímóti er ongantíð meira brúk fyri einum røttum Sambandsflokki enn nú.

Sambandsflokkurin vil varðveita vælferðina og teir møguleikar, sum eru við einum tøttum sambandi í Ríkisfelagsskapinum. Tað er mín sannføring, at vit við møguleikunum í Ríkisfelagsskapurin eru betur før fyri at varðveita okkara vælferðarskipanir og taka ímóti teimum avbjóðingum, sum heimurin í dag stendur yvir fyri, sigur Bárður Nielsen í skrivi til fjølmiðlarnar.