Fíggjarmálaráðið: - Vit vístu vilja og ábyrgd

Í royndini at finna semju hevur Fíggjarmálaráðið bjóðað sjúkrarøktarfrøðingum somu lønarhækking - 5,8 prosent yvir trý ár - sum hini fakfeløgini hava fingið.

 

- Vit harmast um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í dag hava lýst verkfall fyri ein part av limum sínum at byrja mánamorgunin. Hetta er óheppið, tí Fíggjarmálaráðið hevur lagt stóra orku í at fáa semju um sáttmála við felagið.

Tað siga tey í Fíggjarmálaráðnum seint í dag, samstundis sum tey vísa á, at ráðið hevur slakað í upprunaligu krøvunum júst í royndini at finna semju millum partarnar. Ráðið góðtók semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar í farnu viku, hóast einki av upprunaligu krøvunum hjá ráðnum vóru í semingsuppskotinum.

- Seinastu lønarsamráðingar fekk Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í prosentum munandi meira í lønarhækking enn hini fakfeløgini. Fíggjarmálaráðið legði tí upprunaliga upp til null prosent í lønarhækking hesaferð, men í royndini at finna semju hevur Fíggjarmálaráðið bjóðað felagnum somu lønarhækking - 5,8 prosent yvir trý ár -  sum hini fakfeløgini hava fingið.

Eisini vildi Fíggjarmálaráðið hava broytingar í avtaluni um arbeiðssteðg fyri at tryggja, at ein møguligur arbeiðssteðgur ikki hevur hættisligar avleiðingar við sær fyri sjúklingarnar. Eisini hesum kravinum hevur Fíggjarmálaráðið slept í royndunum at finna semju við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

- Tíðirnar eru serligar, tí koronafarsóttin leggur trýst á bæði heilsuverk, samfelag og búskap. Føroyingar hava staðið sera væl saman gjøgnum avbjóðingarnar og hava bæði í privata og almenna geiranum kýtt seg fyrimyndarliga fyri at halda samfelagshjólunum í gongd.

Í Fíggjarmálaráðnum vísa tey á, at tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar føra fram, at tað eru bert smápengar, sum skilja partarnar, stendur ráðið spyrjandi. - Tí, hví kundi felagið so ikki bara taka undir við semingsuppskotinum? Veruleikin er, at felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum krevur munandi meira, enn hini feløgini fáa.

Í skrivinum í kvøld harmast Fíggjarmálaráðið um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall heldur enn at royna at finna eina semju. - Vit skulu tí gera vart við, at vit altíð eru til reiðar at sessast við samráðingaborðið, og at okkara partur ikki skal liggja eftir í royndunum at finna eina semju, siga tey í Fíggjarmálaráðnum seinnapartin í dag.