Fíggjarmálaráðið: Óheimilaður arbeiðssteðgur

Kringvarpið veit í dag at siga, at Fíggjarmálaráðið hevur sent Gerðarættinum eitt skriv í sambandi við tað, sum felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar gjørdu í gjárkvøldið, eftir at samráðingarnar endaðu úrslitaleysar. 

 

 

Tí í gjárkvøldið, tá ið samráðingarnar slitnaðu, sendi felagið beinan vegin narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar til hús. Tað er hetta, sum Fíggjarmálaráðið skrivar til Gerðarættin um, og sigur vera óheimilað. 

 

 

Sambært Kringvarpinum tvíheldur Óluvá í Gong tó um, at felagið hevði rætt til at taka hesa avgerð. Sambært henni setti semingsmaðurin onga tíð á, tá hann útsetti verkfallið, og tá hann gavst við semingsroyndunum í gjárkvøldið, hevði felagið rætt at koyra narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar til hús.