Fíggjarmálaráðharrin: - Tað almenna skal ikki dríva ein peningastovn

Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, er greiður á máli, tá vit spyrja, hví tað almenna, Fíggingargrunnurin, skal selja umleið 20% av partabrøvum grunsins í Føroya Banka.
- Vit meta, at tað almenna ikki skal dríva ein peningastovn, hetta eisini fyri at geva eina javnbjóðis kapping við hinar peningastovnarnar í landinum, sigur Bárður Nielsen

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at sølan av Føroya Banka eisini er fyri at minka um sannlíkindini, at tað almenna hongur upp á alt, um ein bankakreppa skuldi stungið seg uppaftur. Hetta er fyri spjaða risiko hjá landskassanum.
 - Tað almenna eigur í dag meira ella minni hundrað prosent av Føroya Banka. Um so er, at tað einaferð endar galið aftur í Føroya Banka, so hongur tað almenna upp á alt, um øll partabrøvini eru á almennum hondum. Men um fleiri partaeigarar eru, so eru tað fleiri um at bera byrðuna, um okkurt skuldi hent. Men tað er ikki soleiðis, at eg sum fíggjarmálaráðharri vænti, at vit fara at fáa eina bankakreppu afturat, sigur Bárður Nielsen.
Ætlanin hjá fíggjarmálaráðharranum er, at almennu partabrøvini, sum skulu seljast í Føroya Banka, tey skulu hava avmarkingar. Hetta skal skiljast soleiðis, at føroyingar skulu eiga ein ávísan part av partabrøvunum í Føroya Banka, kanska eini 70%, meðan útlendingar ikki skulu eiga meira enn eini 30%.
 - Hetta byggir á eitt álit frá 97/98 frá Fíggingargrunninum, har mann metir tað verða best, at mann selir 70% av partabrøvunum á føroyska marknaðinum, meðan 30% kundu verða útlendsk. Eg haldi sjálvur tað, at hasi 70% er eitt stórt tal og meti, at hatta talið skuldi verið lægri, til dømis 51% á føroyskum hondum, tí so hevur mann enn meirilutan á føroyskum hondum, meðan mann helst fær meira fyri partabrøvini, sigur Bárður Nielsen.
 
Kann gott verða 100% útlendskt
Tað er ongin loyna, at fleiri avmarkingar tú setir á partabrøv, lægri verður prísurin. Um 100% av partabrøvunum skulu seljast til føroyingar, vita vit, at bert ein avmarkað nøgd av fíggjarorku er til staðar í landinum, og tískil verður prísurin á partabrøvunum hareftir, og tað almenna fær minni burturúr.
Hinvegin, um mann opnar fyri útlendska marknaðinum, soleiðis at útlendingar eisini kunnu keypa partabrøv í Føroya Banka, so hækkar eftirspurningurin eftir partabrøvum í Føroya Banka, tí fleiri keyparar eru nú um boðið. Tað veit Bárður Nielsen væl, men spurningurin er so, hvar markið millum útlendingar og føroyingar skal liggja.
 - Málið hjá Landsstýrinum er at selja partabrøvini fyri hægst møguligan prís. Um mann politiskt verður samdur um, at 51% er eitt gott tal, so verður tað soleiðis. Men Sambandsflokkurin hevur ta grundhugsjónina, at vinnulívið, harvið Føroya Banki, kann verða 100% á útlendskum hondum, sigur Bárður Nielsen.
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, segði í Løgtinginum í sambandi við viðgerðina av søluni av Føroya Banka, at hann vil avgjørt mæla til, at tað er í fríari sølu, báði í útlandinum og í Føroyum, at mann bjóðar út partabrøv í Føroya Banka. Men spurningurin er, um tað ber til hjá fíggjarmálaráðharranum og Sambandsflokkinum at sannføra hinar flokkarnar í samgonguni, Javnaðarflokkin serliga, um, at frí kapping átti at verðið um partabrøvini.
 - Um eg fái restina av samgonguni við upp á hetta her, tað veit eg ikki. Hetta er í øllum førum nakað, sum eg vil taka upp í samgonguni. Men hetta er ikki nakað knútapunkt sum so, sigur Bárður Nielsen.
 
Breið semja
Tað hevur ofta verið ført fram, at ein breið politisk semja hevði verið ynskilig um søluna av partabrøvum í Føroya Banka. Tískil er spurningurin, um Bárður Nielsen ætlar at fáa andstøðuna við í bátin.
 - Tað er ongin ivi um, at tað vísir seg, at undirtøka er frá øllum politiskum flokkum, eisini frá Tjóðveldisflokkinum. Kanska Miðflokkurin ikki er so heitur fyri uppskotinum, men eg meini annars, at allir politiskir flokkar á Løgtingi tóku undir við uppskotinum, tá tað var til fyrstu vigerð. So tað sigur seg sjálvt, at um vit kunnu fáa eina breiða semju, so fara vit eftir henni, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri.
 
Inntøkan skal niðurgjalda skuldina
So alt røkist fyri, at umleið ein fimtingur av Føroya Banka verður seldur til privatar íleggjarar. Tað vil við øðrum orðum siga, at landskassin fer at fáa eina trivaliga inntøku av søluni. Ein tann týdningarmesti parturin í hesum sambandi er spurningurin um, hvat Føroya Landsstýri ætlar at brúka henda pening til.
 - Tað er ásett í samgonguskjalinum, at inntøkan skal fara til niðurgjalding av skuld og konsolidering. Tað merkir, at í fyrsta umfari verður skuldin upp á einar 3,7 milliardir krónur goldin, og tá hon einaferð er niðurgoldin, so kann mann byrja at hugsa um konsolidering av landskassanum, sigur Bárður Nielsen.
Hin møguleikin er at brúka inntøkuna til reinan rakstur, men hetta er mett at vera óheppið, tí sølan av Føroya Banka er ein eingangs-inntøka, og hon kemur ikki aftur á hvørjum ári, tá bankin er endaliga einskildur.
 -  So eg vil meta, at hetta er ábyrgdarfullur politikkur, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri.
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, meldaði út í byrjanini at hesi tilgongdini, at hann var ónøgdur um, at hann ikki varð tikin við upp á ráð frá byrjanini. Fer Bárður Nielsen at arbeiða í tøttum samstarvi við leiðsluna í Føroya Banka?
 - Tað er ongin ivi um, at leiðslan í Føroya Banka verður tikin við, tá íð tilgongdin fer rættuliga í gongd. Men tað týdningarmesta í løtuni er, at fáa politiska semju um søluna av partabrøvum í Føroya Banka, og síðani fer mann í gongd við tað veruliga arbeiðið. Og her er tað, at leiðslan í Føroya Banka, saman við Fíggingargrunninum, verður tikin við upp á ráð, sigur Bárður Nielsen um samstarvið við fíggjarheimin í Føroyum.
Viðurskiftini í Føroya Banka eru ein kreppuloysn frá 90?unum, sum fíggjarmálaráðharrin tekur til, og við uppskotinum hjá samgonguni um at selja partabrøv hjá tí almenna í bankanum verða viðurskiftini normaliseraði aftur, sigur Bárður Nielsen.
Tað er enn óvist, nær uppskotið um sølu av tjúgu prosentum av partbrøvum Fíggingargrunsins í Føroya Banka kemur aftur í Tingið til aðru viðgerð. Uppskotið er í løtuni í fíggjarnevnd Løgtingsins. 
 
Les eisini:

"Fremmandir pengar tryggja vælferðina"

"Andstøðan úttalar seg"

"Føroya Banki skal seljast: Uppskotið hjá Bárði Nielsen og Føroya Landsstýri"