Fíggjarligur fyrimunur við Klaksvík

Dánjal Petur Hansen, stjóri á Atlantic Fair Spf, er ein av stigtakarunum til North Atlantic Fish Fair. Hann sigur, at tað eru fyrst og fremst ein fíggjarligur fyrimunur at flyta stevnuna til Klaksvíkar.

North Atlantic Fish Fair var á Sandvíkarhjalla fyri tveimum árum síðan, og fyrireikararnir vóru væl nøgdir við tiltakið.

- Men vit mugu hugsa um tað fíggjarliga, og tað loysti seg ikki at velja Sandvíkarhjalla hesaferð, sigur Dánjal Petur Hansen.

Hann gleðir seg til tiltakið í Klaksvík.

- Vit hava leingi hugsað um at nýtt Klaksvík, og kommunan hevur verið positiv frá fyrsta degi. Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður okkara, og tí er tað eitt upplagt val, sigur Dánjal Petur Hansen, sum fegnast um hølisvikuskiftini í Klaksvík.

Klaksvíkar kommuna boðaði fyrrapartin frá, at fiskivinnubýurin skal hýsa stevnuni 2011.