Fíggjarligt tíðarrit

Kaupthing Føroyar er farið undir útgávu av einum mánaðarligum greinaritið, Útlit og rák, har hendingar og útlit innan fíggjarmarknaðin eru í miðdeplinum

Íløgufeløg


Í tíðindaskrivi frá Kaupthing verður sagt, at endamálið við greinaritinum er at geva kundum og øðrum áhugaðum innlit í hendingar innan fíggjarmarknaðin.

Umframt at taka saman um tað, sum er fyrifarið seinasta mánaðin, verður í Útlit og rák eisini lagdur dentur á, hvørja ávirkan hendingarnar koma at hava á ymsu marknaðirnar.


Vanligt aðrastaðni

Hetta er annars ein táttur, sum er vanligur í útlandinum, har øll tey størru íløgufeløgini hava tíðarrit, sum verða send kundum og øðrum.

Tey flestu av hesum verða tó bert givin út eina ferð um ársfjórðingin, og tí eru hesi kanska meira afturlítandi, heldur enn at rák og útlit verða viðgjørd, soleiðis sum gjørt verður í tíðarritinum hjá Kaupthing.


Fjølbroytt innihald

Í stuttum kann sigast um fyrstu útgávuna av Útlit og rák, at innihaldið er rættiliga fjølbroytt. Serliga tá hugsað verður vavið, sum er 13 síður.

Hetta letur seg gera, tí tilfarið í flestu førum er stutt og greitt skrivað, heldur enn at djúpar analysur av støðuni verða framdar.

Nortið verður við gongdina á altjóða fíggjar- og virðisbrævamarknaðinum, eins og lánsbrøv og gongdin í rentuni verður umrødd.

Tað, sum hevur fingið mest umrøðu í hesum fyrsta blaðnum, er norðurlendski partabrævamarknaðurin, har fleiri av stóru norðurlendsku virkjunum verða umrødd í stuttum.

Hetta seinasta pettið er kanska tað, sum hevur størstan almennan áhuga, men yvirhøvur er talan um væl úr hondum greidda útgávu, ið eftir ætlan skal gevast út á hvørjum mánaði.

Eitt, sum fyri íleggjararnar kundi havt áhuga, men sum ikki er við í ritinum, er, hvussu gongdin hevur verið innan ymsu íløgubólkarnir hjá íløgufelagnum. Hjá smærri íleggjarunum vil hetta aloftast vera økið, sum hevur størstan áhuga, so síggjast kann, hvussu gongst við innskotinum, men hetta er so ikki við í fyrstu útgávuni.