Landsgrannskoðanin sigur, at fíggjarstýringina hjá fráfarna stjóranum í Gigni er merkt av feilum og vánaligari umsiting.
- Leiðslan hevur ikki víst hóskandi fíggjarligan atburð í sambandi við umsiting av ognum og viðvíkjandi tí virksemi, roknskapurin fevnir um. Feilir og vantandi skjøl eru úrslit av veikum ella ongum innaneftirliti. Afturat hesum hevur kortnýtslan verið av slíkum slagi, at ivi kann vera, um alt keypið er til raksturin hjá stovninum, skrivar Landsgrannskoðanin í sínum viðmerkingum um roknskapin hjá Gigni.
Viðmerkingarnar vórðu handaðar Fíggjarmálaráðnum í novembur í fjør og í februar segði stjórin, Bjarta Vilhelm, seg úr starvi. Tað er tó ikki greitt, um hennara uppsøgn hevur nakað við atfinningarnar hjá Landsgrannskoðanini at gera.
Landsgrannskoðanin finst í sínum viðmerkingum bæði at umsitingini av peningi stovnins og av kortnýtsluni hjá stjóranum.
Landsgrannskoðanin vil vera við, at fleiri lønarmál hjá stovninum ikki eru skjalprógvaði nóg væl, umframt at stovnurin ikki heldur seg til setanarpolitikk landsins. Eisini hevur stjórin í fleiri førum brotið leiðreglurnar hjá Fíggjarmálaráðnum um langtíðarleigu.
Landsgrannskoðanin vísir eisini á, at stjórin hevur játtað sær sjálvum 2.000 krónur um mánaðin í viðbót, uttan at prógv ella góðkenningar fyriliggja í lønarmálinum. Fíggjarmálaráðið hevur ikki góðkent viðbótina.
Stjórin hevur eisini játtað at rinda sær sjálvum eina masterútbúgving. Heldur ikki hetta var góðkent av Fíggjarmálaráðnum, men Fíggjarmálaráðið viðmerkir eisini, at tað ikki er óvanligt at ein stjóri fær játtað frá sínum arbeiðsgevara at taka eina leiðsluútbúgving, og at stovnurin rindar allar útreiðslurnar.
Í frágreiðingini, sum er yvir fimm síður, vísir Landsgrannskoðanin eisini til fleiri dømi, har stjórin hevur brúkt gjaldskortið hjá stovninum til útreiðslur, sum ikki greitt kunnu sigast at vera knýtt at virksemi stovnsins.