Fíggjarlig útrokning telur ikki

- Leikluturin hjá Landsverki er at vera tekniskur ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum.

Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum fyrrapartin fór við landsstýrismanninum í innlendismálum í samráð við Fíggjarnevndina og Rættarnevndina hjá løgtinginum.

Landsverk hevur annars gjørt metingar og útrokningar, ið vísa, at privati leisturin fer at kosta føroyska brúkaranum 800 milliónir krónur meira, sammett við at almennu Føroyar gjørdu íløguna. Í útrokningini verður bæði víst til kostnaðin av at fíggja tunnilin, umframt kravið um avkast.

- Nei, tað er ein politisk avgerð at gera Skálafjarðartunnilin eftir hesum leisti, og tí er okkara leiklutur nú at vera tekniskur ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum, ljóðar diplomatiska svarið frá Ewaldi Kjølbro.

Hóast tøkniligu smálutirnir í samband við Skálafjarðartunnilin langt frá eru komnir uppá pláss, so er greitt, at nýggja ætlanin líkist rættuliga nógv gomlu ætlanini – bæði við rundkoyring og tunnilsmunnum á báðum ørmum á Skálafjørðinum, og eisini skal tunnilin koma upp við Sund.

Hoyr samrøðu við Ewald Kjølbro her: