Fíggjarleiðarin byrjaður í starvi

Sunda kommuna setti fyri ein tíð síðan fíggjarleiðara, og í gjár - hósdagin 1. mars - var hansara fyrsti arbeiðsdagur í nýggja starvinum.

Sunda kommuna setti fyri ein tíð síðan fíggjarleiðara, og í gjár - hósdagin 1. mars - var hansara fyrsti arbeiðsdagur í nýggja starvinum.

 

Maðurin, sum er settur í hetta starv, er Eyðun Kjølbro.

 

Eyðun Kjølbro er útbúgvin HD í fígging frá Copenhagen Business School. Hann hevur arbeitt í bankavinnuni í 22 ár, harav mong ár sum undirstjóri og kredittleiðari í Norðoya Sparikassa.

 

Sunda kommuna ynskir Eyðuni Kjølbro, sum er 45 ára gamal og búsitandi í Klaksvík, hjartaliga vælkomnum í starvsfólkahópin hjá kommununi.