Fíggjarlógin skal hava 91 milliónir í yvirskoti

Meirilutin í fíggjarnevndini hevur gjørt broytingar í fíggjarlógaruppskotinum, so yvirskotið næsta ár veksur úr tveimum upp í 91 milliónir krónur, eftir at avdráttirnir eru goldnir. ? Skal onkur játtan aftur á fíggjarlógina, so má sparast aðrastaðni, tí vit halda fast við at yvirskotið skal vera 91 milliónir, sigur Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini, ið nú bíðar eftir viðmerkingum frá andstøðulimunum í nevndini, áðrenn álitið kann leggjast fyri løgtingið, helst mikudagin.

91 milliónir krónur í yvirskoti eftir at rentur og avdráttir er goldið. Tað er úrslitið eftir at meirilutin í fíggjarnevndini er liðugur við sína viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Til samanberingar hevði fíggjarlógaruppskotið, ið varð lagt fram fyri góðum tveimum mánaðum síðan, tvær milliónir í yvirskoti eftir at avdráttirnir eru goldnir.
Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til tølini, áðrenn álitið er liðugt. Uppskotið frá meirilutanum í fíggjarnevndini varð fríggjadagin latið minnilutanum í nevndini, ið nú situr og ger sínar viðmerkingar, áðrenn træðrirnir verða samlaðir undan framløguna av álitinum úr fíggjarnevndini, ið verður grundarlagið undir 2.viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003.

Eingir pengar til Syðradal
Óli Breckmann sigur, at meirilutin hevur lagt seg eftir at halda fast við at yvirskotið skal vera 91 milliónir krónur. Í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár eru 14 millióni krónur settar av til samferðsluhavn í Syðradali. Óli Breckmann váttar, at meirilutin í fíggjarnevndini hevur strikað hesa játtanina, so eingir pengar eru til samferðsluhavnina næsta ár. Hann vísir á, at skulu pengarnir aftur á fíggjarlógina, so má skarvast av onkra aðra staðni.

159 broytingar
Vilhelm Johannesen, næstformaður í fíggjarnevndini, metir, at talan var um eitt ófullfíggjað uppskot til álit, ið minnilutin fekk seint fríggjadagin.
- Í uppskotinum eru bara tøl og ongin frágreiðing um nakað sum helst. Tilsamans er talan um 159 broytingar, ið meirilutin hevur gjørt til tølini í uppruna uppskotinum frá Fíggjarmálastýrinum. Og tað ger ikki støðuna betri, at vit leygardagin fingu 64 broytingar afturat frá Fíggjarmálaráðnum, sigur Vilhelm Johannesen, ið umboðar minnilutan í nevndini.
Tó skal høga talið takast við ávísum fyrivarni, m.a. tí fleiri broytingar eru íkomnar, tí ALS-gjaldið og gjaldið í Trygdargrunnin er broytt, síðan fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, og hetta broytir útreiðslurnar hjá ymsu stovnunum nakað. Eisini hevur minnilutin fingið at vita, at í ávísum føri er talan um somu broytingar, bæði frá meirilutanum í fíggjarnevndini og frá Fíggjarmálaráðnum.
Vilhelm Johannesen veit ikki at siga, hvørja niðurstøðu minnilutin kemur við, sammett við uppskotið frá meirilutanum. Uppgávan hjá andstøðuni í fíggjarnevndini er at koma við broytingaruppskotum til upprunaliga uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum. Í hesum sambandi vísir Vilhelm Johannesen á, at á fíggjarlógaruppskotinum eru 14 milliónir settar av til samferðsluhavnina á Syðradali, og hetta tekur minnilutin undir við. Tað vil í hvussu so er siga, at í hesum málinum draga meiriluti og minniluti í fíggjarnevndini ikki somu línu.
Til úrslitið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, ið hevur megnað at hækka yvirskotið á fíggjarlógaruppskotinum úr tveimum upp í 91 milliónir krónur sigur Vilhelm Johannesen:
- Sparingar eru gjørdar fyri 70 milliónir krónur og inntøkurnar eru mettar at vera 21 milliónir hægri enn upprunaliga mett. Um hetta fer at halda, má bara tíðin vísa, sigur Vilhelm Johannesen.
Álit frá fíggjarnevndini verður væntandi lagt fram fríggjadagin. Verður tað gjørt, so kann løgtingið hava 2.viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2003 fríggjadagin.