Tíðindafundur verður fríggjamorgunin klokkan 10 í Albert hall á Argjum.
Tá fer landsstýriskcinnan við fíiggjarmálum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi, at almannakungera uppskotið til fíggjarlóg 2017.
Uppskotið skal latast Løgtinginum áðrenn 1. oktober.
Í veruleikanum er hetta fyrsta uppskotið til fíggjarlóg, sum hendan samgongan hevur gjørt frá grundini. Boðað er frá fleiri broytingum, men landsstýriskvinnan hevur sagt, at útreiðslurnar ikki hækka meira enn 1,8 prosent - hara v fer helvtin til lønarhækkingar, sum longu eru avtalaðar í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum.
Tosað hevur verið um, at toyggja ella seinka onrum íløgum, men enn er onki alment kent um tað.









