11. september legði býráðið í Havn fram uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár, eitt uppskot, ið javnvigaði við 617.692 milliónum krónum.
Eftir at ymsu nevndirnar høvdu viðgjørt tørv og ynski fyri 2009, varð eitt broytt uppskot lagt fram til fyrstu viðgerð, sum var 39.200 milliónir hægri, og javnvigaði við 656.892 milliónum. Og tað var hetta uppskot, sum varð endaliga samtykt við aðru viðgerð í býráðnum í gjárkvøldið – einmælt.
Talan er kortini um eina munandi lækking í fíggjarætlanini í mun til í ár, tá fíggjarlógin javnvigaði við 742.449 milliónum krónum. Størsta broytingin er íløgukarmurin, sum er lækkaður úr 256.800 milliónum í 2008 niður í 149.200 milliónir krónur fyri komandi ár.
Nógv størsti rakstrarposturin á fíggjarætlanini er barnaansingin, sum fer avstað við138.966 milliónum krónum. Men tá er vert at minnast til, at talan er um heilar 31 ansingarstovnar og frítíðarskúlar í kommununi.
Nógv størsti parturin av játtanini fer til »Barna- og ungdómsdeildina (24.170 milliónir)« og til »Sjálvsognarstovnar o.a. (14.348)«.
Hinir postarnir eru mest sum teir somu.
Mest í skúlar
Hinir útreiðslupostarnir hækka við millum tveimum og trimum milliónum í meðal, tó minka teknisku veitingarnar eitt lítið vet.
Tilsamans hækka rakstrarútreiðslurnar við umleið 14 milliónum, úr 484.649 milliónum krónum í 2008 upp í 498.506 milliónir næsta ár.
Hendan hækkingin á 14 milliónir í rakstrarútreiðslum skal so eisini haldast upp ímóti einari væntaðari øktari inntøku á smáar 15 milliónir krónur.
Í fíggjarlógini fyri í ár skuldu 152.449 milliónir krónur fíggjast við »tøkum peningi«, sum tað eitur, antin tað so er innistandandi ella lántøka, meðan hetta talið fyri komandi ár er 52.096 milliónir.
Sum nevnt eru íløgurnar minkaðar við góðum 100 milliónum krónum niður í 149.200 milliónir, og nógv størsti posturin er í skúlabygging – tað eru skúlarnir við Løgmannabreyt og á Hamrinum á Argjum – 87 milliónir krónur.
Posturin »Ítróttur og frítíðarvirksemi« fær 29.500 milliónir krónur, og helst man størsti parturin av hesari upphædd vera markað til fimleikahøllina við Tórsvøll.
Hildið verður fram við at uppgradera kloakkirnar í kommununi, so tær lúka øll krøv, tá kunngerðin um kommunalar kloakkskipanir verður sett í gildi ein av fyrstu døgunum.
Restin av íløgunum eru smærri upphæddir. Fimm milliónir til Glyvursvegin, 1.-4. stig, og aðrar fimm milliónir til eldraøkið, helst fer ein partur av hesum til forarbeiðið av eldradepli yviri við Strond.