Støðan hesaferð í sambandi við fíggjarlógina er óvanlig við tað, at nýtt landsstýri hevur tikið við beint undan, at fíggjarlógaruppskotið skal leggjast fyri tingið.
- Tí er ikki talan um eitt politiskt dokument, men heldur eitt embætisdokument. Búskaparliga støðan er nógv broytt, og útlitini eru ikki so bjørt, sum tey hava verið, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
Politisk viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum er ikki farin fram enn, men Jóannes Eidesgaard sigur, at tað verða góðar stundir tikl hetta arbeiði í heyst.
- Uppskotið skal viðgerast í samráð við løgting og fíggjarnevnd, men vit skulu ikki rokna við, at javnvág fæst á fíggjarlógina fyri komandi ár. Um so nakað kann skarvast av hallinum í uppskotinum, er so nakað annað, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Tað hoyrdist, at tað uppskotið, sum undanfarna CHE samgongar arbeiddi við, hevði eitt hall upp á smáar 400 milliónir krónur, so hendan framskrivingin er ein munandi bati í mun til tað. Men talan er framvegis um eina kvarta milliard í halli, og tað er í meira lagið.
Samgongan hevur felt á blað í samgonguskjalinum, at miðast skal ímóti at hava avlop á fíggjarlógini, men sambært fíggjarmálaráðharranum verður hetta ikki so komandi ár.
- Vit fara sjálvandi at hyggja at hesum uppskotinum og viðgera tað, men vit skulu ikki rokna við einum avlopi á fíggjarlógini fyri komandi ár, sigur Jóannes Eidesgaard.
Daprari útlit
Búskaparligu útlitini eru daprari nú enn tey hava verið, men sveiggini í føroyska búskapinum skifta skjótt, og tí kann skeiva gongdin skjótt venda.
- Búskaparligu útlitini vóru eisini døpur, tá fyrra ABC samgongan tók við, og vit høvdu eisini tá hall á fíggjarlógini, men longu árið eftir var hetta hallið vent til avlop, vísir Jóannes Eidesgaard á.
Men við útlitunum í huga fer fíggjarmálaráðharrin í nýggja uppskotinum at leggja stóran dent á fokus á neyva fíggjarstýring.
- Neyðugt verður við stabilum búskaparpolitikki, har tað tó eisini veðrur hildið vakið eyga við fíggjarstøðu landsins, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað er somuleiðis felt í samgonguskjalið, at rakstrarøkini skulu kannast nærri fyri at tryggja, at sum mest fæst fyri hvørja krónu.
»Fyri at tryggja, at fíggjarorka landskassans verður gagnýtt á mest skynsama hátt, verður farið undir at endurskoða almenna raksturin eftir hesum leisti: 2009: Almannamál, 2010: Skúla- og mentamál, 2011: Vinnu- og tilfeingismál«, stendur í samgonguskjalinum.
- Talan er um broytingar í mun til farnu fíggjarlóg. Búskaparvøksturin steðgar upp, fiskivinnan koyrir tungt, privata nýtslan fer at minka. Arbeiðsloysið er sera lágt, men roknast má við, at hetta fer at vaksa, sigur Jóannes Eidesgaard.
Vaksandi útreiðslur
Búskaparvøksturin, sum hevur verið seinastu árini er nú fyri hóttafalli.
- Tí skal búskaparpolitikkurin leggja upp fyri sveiggjum, so vøksturin í búskapinum veðrur javnur og haldførur, sigur Jóannes Eidesgaard.
Í framskrivingini av fíggjarlógini verður roknað við 3% í lønarútreiðslunum, meðan annar rakstur verður framskrivaður við 0. Skattir og avgjøld eru grundað á metingar hjá fíggjarmálaráðnum og landsbankanum.
- Tað eru tó nakrar bundnar raðfestingar, sum vórðu settar í verk í ár, og sum halda fram komandi ár. Hesar koma at kosta 104 milliónir krónur og umfata eitt nú ábøtur í fólkaskúlanum í sambandi við PISA, nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, fleiri flokkar á pedagog- og læraraútbúgvingini og so víðari, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tølini í fíggjarlógaruppskotinum eru hesi:
inntøkur 4.308 (+2,6%)
skattur 1.883 (-7,2%)
avgjaldsinntøkur. 1.754
ríkisveiting 635
útreiðslur 4.552
rakstrarútreiðswlur 4.419 (+8%)
løguútreiðslur 145 (-38%)
rentuútreiðslur -12
úrslit -244
Sum nevnt fer nýggja landsstýrið nú at viðgera fíggjarlógaruppskotið, sum vegna serligu umstøðurnar ikki enn hevur fingið politiska viðgerð.










