Tann størsta uppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum verður at tálma útreiðslunum Tey búskaparligu útlitini eru munandi daprari nú, enn tey vóru fyri bara stuttari tíð síðani, og hetta fer at ávirka búskapar- og fíggjarpolitikkin hjá samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann hevur júst lagt uyppskot til fíggjarlóg fyri 2009 fram, og tað hevur 244 milliónir krónur í halli. Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur landsstýrismaðurin, at hallið verður ivaleyst uppaftur størri, tá uppskotið verður endaliga samtykt í Løgtinginum.
Játtanin til íløguvirksemið er avmarkað munandi, so samlaða hallið verður kanska einastaðni millum 300 og 400 milliónir krónur.










