Fíggjarlógin 2009

Oddagrein:

Bíðað hevur verið í spenningi eftir fíggjarlógarálitinum, sum so at enda kom aftur úr fíggjarnevndini í gjárkvøldið. Síðan uppskotið til fíggjarløgtingslóg fyri 2009 varð lagt fyri Løgtingið, eru fíggjarligu og búskaparligu fortreytirnar nógv broyttar. Uppskotið varð lagt fram, meðan búskaparliga virksemið enn var mestsum óbroytt og arbeiði var at kalla til allar hendur. Eftirfylgjandi hevur altjóða fíggjarkreppan elvt til eina búskaparkreppu, sum rakar allan heimin. Tað er serstakliga banka- og fíggingarkervið, sum er rakt, og ein avleiðingin er, at tað er vorðið sera trupult hjá vinnulívinum at fáa rakstrarfígging. Tey fyrstu álvarsomu krepputekinini eru longu komin fyri dagin. Skip eru løgd, virki farin gjaldsteðg og umleið tvey hundrað fólk vorðin arbeiðsleys bara hesa seinastu vikuna.

 

Hjá okkum er fiskivinnan akilleshælurin. Her hava trupulleikarnir leingi verið ávegis og uppskot til eina sera radikala loysn hjá CHE samgonguni vann ikki frama. Eftir politiska skrædlið eftir lásagøluna hevur ABC samgongan havt úr at gera við at finna síni egnu bein og áralagið hevur verið so sum so. Burtursæð frá nøkrum smærri broytingum í almannalóggávuni er heldur einki útspæl komið, men løgmaður hevur boðað frá, at landsstýrið kemur við eini váðalýsing av vinnulívinum, ið skal mynda støðið undir einum møguligum kreppupakka. Føroysku bankarnir eru við Løgtingsins vælsignilsi komnir undir donsku bankabjargingarskipanina. Tað ljóðar, at enn ein bankapakki er á veg, og einki er at ivast í, at føroysku bankarnir standa royndina og sostatt sleppa upp í hesa ætlaðu skipan, ið enn ikki er løgd fram.

 

Við øllum hesum trupulleikum í huga kundi ein óttast fyri, at meirilutin í fíggjarnevndini, sum hevur sitið við fíggjarlógaruppskotinum í alt heyst, fór at høgga bremsurnar í og harvið gera kreppuna verri. Hetta hevur nevndin ikki gjørt við tí álti, sum varð lagt fram í gjárkvøldið. Hinvegin hevur meirilutin ikki gjørt nakra veruliga roynd at skapa nýggjar fortreytir fyri einu kreppufyribyrgjandi fíggjar- og búskaparpolitikki. Meirilutin hevur flutt nakað av peningi frá rakstri til íløgur og hetta kann í fyrstu atløgu tykjast skilagott, um hetta tiltak kann medvirka til at varðveita ella skapa virksemi í økjum, sum nú eru hart rakt av búskaparligum trupulleikum og vinnuloysi.

 

Tað, sum stendur eftir er, at vit framvegis bíða eftir einum samlaðum útspæli frá ABC samgonguni til tess at byrgja fyri eini stórkreppu í Føroyum. Nú er lidnir fleiri mánaðir síðan fíggjarliga skrædlið í USA. Allar stjórnir hava síðan kýtt seg til tess at byrgja fyri kreppu og at bøta um avleiðingarnar fyri borgarar og vinnulív. Her í Føroyum er lítið og einki ítøkiligt hent uttan, at vit sluppu upp í donsku bankabjargingina. Við næstu fíggjarlóg, sum jú fer í gerð fyrsta dagin, eiga ítøkilig og vinnufremjandi tiltøk at fráboðast og at setast í verk. Fíggjarlógin er eitt amboð, ið einhvør stjórn eigur at nýta í eini kreppustøðu.