Har tykjast at manglar so nógvir postar.
Hvar er játtanin til Norðoyatunnilin?
Hvar er játtanin til Vágs havn?
Hvar er játtanin til skattalætta?
Hvar eru játtanirnar til vandafullu vegirnar?
Hvar er játtanin til Postverkið?
Hvar er játtanin til Fiskivinnuskúlan í Vestmanna?
Hvar er tørvandi játtanin til Landssjúkrahúsið? o.s.fr., o.s.fr.
Avlopið á verandi fíggjarlógaruppskoti
er í løtuni150 mió.
Skattalættin
(ikki á uppsk.÷ 55 mió.
Norðoyatunnil og
Vágs havn
(ikki á uppsk.)÷ 40 mió.
RLU avlop55 mió.
Avdráttur av láni÷ 148 mió.
Fíggjarhall÷ 93 mió.
Harafturat kemur so tað, sum einki er avsett til, m.a. vegir, Postverkið, Fiskivinnuskúlin o.s.fr. Nú siga menn, at tað eru eingir pengar at gera hesar tørvandi játtanir fyri. Nei, kanska, men tað vóru pengar, nógvir pengar. Men hesir fýra samgonguflokkarnir tykjast at hava gjørt landi og fólki eina bjarnartænastu við at minka um blokkin við 366 mió. kr. í einum frá 1. januar 2003. Úrslitið er, at teir hava 366x4 ella 1464 mió. kr. minni at arbeiða við í hesum valskeiði.
Mín hugsan er, at tað hevði verið betri ? mikið betri ? fyri land og fólk, um minkingin varð framd í smáum bitum.
Eg haldi, at í mesta lagi átti niðurskurðurin fyri hetta valskeiðið at verið 200 mió. kr. eftir hesi uppstilling:
Fyri árið 2003100 mió. kr.
??200550??
??200650??
Um henda hugsan mín hevði verið fylgd, hevði meiri verið av tøkum peningi í hesum valskeiði sambært fylgjandi uppstilling:
Ármió. kr.mió. kr.
2003366÷100266
2004366÷100266
2005366÷150216
2006366÷200166
tilsamans 914
Men gjørd gerð fær sum kunnugt onga vend, og meirilutin av Føroya fólki hevur valt hesar menn at stýra landi okkara. Sostatt má tað vera meirilutin av fólkinum, sum gjøgnum valdu tingmenn sínar er beinleiðis orsøkin til, at sera, sera trongligt verður á fíggjarliga økinum komandi fýra árini.
Tó, aftan á niðurskurðin av blokkinum upp á 366 mió. kr. í einum, so rinda danir okkum framvegis árliga í peningi og tænastum stívu milliardina sambært fylgjandi uppstilling:
Rest av blokkinum
630 mió. kr.
Veitingar uttan
fyri blokkin
Krígspensjónir85??
Lærarapensjónir15??
Aðrar pensjónir10??
Rakstur av ríkis-
stovnum281??
1021 mió. kr.
Harafturat koma so møguligar útreiðslur viðvíkjandi føroyingum í Danmark við fíggjarligum stuðli ella á annan hátt.