Arbeiðið at byggja tann hægsta bygningin í Evropa er steðgað Russia Tower í Moskva skal eftir byggiætlanini vera hægsti bygningur í Evropa. Men tað fer at taka sína tíð, til hann verður liðugur, tí í gjár avgjørdu stigtakararnir at útseta byggingina fyribils.
Høvuðsmaðurin aftan fyri ta stóru ætlanina, ríkmaðurin Sjalva Tsjigirinskij, leggur dent á, at hann hevur ikki slept ætlanini.
-Ætlanin er bara útsett fyribils, tí hon kann ikki fullførast, soleiðis sum støðan á fíggjarmarknaðinum er í løtuni, sigur hann við russisku tíðindastovuna Interfax.